Talan er um rættiliga prinsipielt kærumál, sum ÍF hevur sent inn í sambandi við hálvfinaluna ímóti Víkingi.
Les eisini: ÍF hevur kært
Tað er nevnliga ongan tíð fyrr hent, at dystur ella partur av dysti er ásett av nýggjum grundað á dómaramistak. Tvørturímóti er førdømi, sum avvísir kærumálið hjá ÍF.
Tá B36 tann 27. august í 2000 tapti 2-4 móti B71, fekk dysturin eitt heldur sjáldsamt eftirspæl. Eitt eftirspæl sum kann javnmetast við støðuna, tá fjórðingsfinalan millum ÍF og Víking skuldi avgerast við brotssparkskapping.
Eitt korter fyri leiklok var støðan 2-2. Meðan bólturin var í spæl aðrastaðni á vøllinum, hevndi Jón Brekku seg inn á spælara hjá B36. Jón fekk reytt kort fyri hetta, men hóast hesin tilburðurin fór fram inni í brotsteiginum, so valdi dómarin at byrja dystin aftur við uppkasti, har bólturin var, tá hann floytaði.
Sambært fóbóltslógunum, so átti dómarin ta ferðina at floyta fyri brotssparki, og B36 sendi kæru inn um hendingina. Kæran varð roynd gjøgnum samlaðu føroysku kæruskipanina, men við øllum instansum varð sagt, at tú ikki kanst broyta dómarans meting í dysti.
Júst hetta við dómarans meting var eisini grundleggjandi í kæruni hjá B36 ta ferðina. Í kæruni varð nevnliga ført fram, at talan ikki var um dómarans meting, men at dómarin hevði handlað í stríð við fótbóltslógirnar, og at hetta hevði havt avgerandi ávirkan á úrslitið av dystinum.
Les eisini: Umdystur í 18 sekund
Fyri stuttum sóu vit líknandi mál, og har kom UEFA til tað niðurstøðu, at seinastu sekundini av landsdysti skuldu spælast av nýggjum, tí dómarin ikki hevði fylgt fótbóltslógunum.
Les eisini: Petur Reinert um umdystin
So er spurningurin, hvørja lagnu kæran frá ÍF fær. Um talan verður um dóm, sum fylgir føroyskum fordømi, ella um dómurin ístaðin fylgir teirri kós, sum UEFA herfyri setti, tá teir kravdu, at seinastu sekundini av kvinnulandsdystinum millum Noreg og Ongland skuldu spælast av nýggjum.