Í hesum døgum bíða foreldur at børnum við heilaskaða spent eftir, hvør støða fer at verða tikin til spurningin um stuðul til afturvenjing av fjølbrekaðum børnum.
Ein útrokning gjørd í Danmark vísir, at kommunurnar kunnu spara um 100.000 krónur árliga fyri hvørt barnið, um stovnspláss verður býtt um við afturvenjing heima.
Royndir at stimbra børn við heilaskaða eftir eini amerikanskari skrá, kallað Doman, hava givið avbera góð úrslit.
Í grundini kunnu øll heilaskadd børn fáa hjálp, annaðhvørt tað snýr seg um spastikarar, børn við autismu, børn við down symdrom, epileptikarar ella onnur menningartarn. Eisini børn, ið hava fingið staðfest Damp, kunnu fáa hjálp.
Felags fyri øll hesi er, at skaðin situr í heilanum og ikki í kroppinum.
Higartil hevur øll viðgerð av heilaskaddum børnum og ungum snúð seg um viðgerð av sjúkueyðkennum. Hetta hevur ongantíð gjørt nakran mun, og fer heldur ongantíð at gera tað.
Eitt nú hetta kanst tú lesa um á heimasíðuni hjá danska felagnum fyri afturvenjing av børnum við heilaskaða.
Er lív er vón
So rangvørt tað ljóðar, er Doman-metodan ikki ein metoda, men ein røð av einstaklinga skráum, sum miða ímóti at beina burtur heilaskaðan hjá tí einstaka barninum.
Meginreglan í hesi skrá er, at heilin alla tíðina er í eini broytingar tilgongd. Fær heilin skaða, verður tilgondin steðgað ella darvað.
Men tilgondin kann mennast við stimbran av seks avgerandi umráðum, nevniliga sjón, hoyrn, følisansi, flytføri, máli og rørslu.
Venjingin gongur í høvuðsheitum út upp á at fáa tær frísku heilasellurnar at yvirtaka arbeiðið hjá teimum skaddu sellunum ella kyknunum.
Tað áhugaverda er, at tað eins væl ber til at venja størri børn. Tí hóast føðibrævið sigur eitt, so sigur tað neurologiska urið nakað annað. Skráin gongur serliga út uppá at venja tann óbúnaða partin av heilanum.
Tað er sjálvsagt strævnari at venja eitt eldri barn, orsaka av støddini. Men tað broytist skjótt, tá barnið sjálvt kennir tey fyrstu framstigini.
Tvær flugur í einum
Doman-skráin er serstakliga krevjandi, og foreldrini mugu gera sær greitt, at tað tekur fleiri ár at venja barnið. Men drívmegin hjá teimum er framgongd og sigrar fyri barnið.
Í samstarvi við lesandi á universitetinum í Keypmannahavn, gjørdi felagið í mai í fjør eina kanning av úrslitunum av venjingini, og um hvussu tað ávirkaði familjuna.
Smáar 50 familjur vórðu spurdar, og vísir tað seg, at trivnaðurin í familjuni og er vorðin betur, eftir at tey byrjaðu at venja eftir Doman-háttinum.
Tað er hugaligt at lesa á hesi sera áhugaverdu heimasíðu, www.hjerneaktiv.dk, at venjingin ger, at foreldrini halda betur saman. Tað vísir seg nevniliga, at hjúnaskilnaður hjá teimum, sum venja, er um 6% og hjá teimum, sum ikki venja, fara um 30% frá hvørjum øðrum.