Foreldur ansa betur eftir børnunum

Løgreglan í Eysturoy hevur ikki havt nakrar ítøkiligar trupulleikar av tungu ferðsluni í samband við tunnilsbyggingina undir Leirvíksfirði

Ferðsla

- Vit hava merkt, at tunga ferðslan í Eysturoy er nógv økt í samband við tunnilsbyggingina undir Leirvíksfirði, men higartil kunnu vit einki siga um, at alt ikki hevur gingið væl.
Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at løgreglan eftir førimuni hevur eyguni eftir allari ferðslu, og soleiðis eisini við ferðsluni úr undirsjóvartunlinum.

Foreldur ansin

- Sum vit hava skilt, er nógv av grótinum higartil lagt í Leirvík, men nakað av koyring hevur verið til Fuglafjarðar og nú til Runvíkar.
Hann vísir á, at løgreglan ikki hevur verið innblandað í koyringina, men á fólki, sum búgva við vegin í Leirvík, har ferðslan av bygdini gongur, skilst, at foreldur á leiðini hava ansað betur eftir børnunum.
- Eg havi skilt, at tá ið ferðslan er uppá tað mesta, hava foreldrini havt tey smærru børnini við hús.

Førarin ábyrgd

Kristian Martin vísir á, at tað er lastbilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at bilurin, hann koyrir, er forsvarliga lastaður, so grót ikki dettur av. Hann hevur eisini ábyrgdina av, at bilurin er í nøktandi standi.
- Hetta er eitt arbeiði, sum gongur yvir langa tíð, og tí fara vit sjálvsagt at hava eyguni eftir tungu ferðsluni eins og aðrari ferðslu, sigur sýslumaðurin í Eysturoy.