Aftur í morgun, og í gjáramorgunin, hava foreldur, sum koyrdu børnini í skúla, fingið klipp í koyrikortið, tí at børnini ikki sótu í trygdarbelti.
Løgreglan ger nógv burtur úr at vera til staðar við skúlar um morgnarnar at kanna teir bilar, sum koyra børn í skúla. Løgreglan sigur, at tey serliga hyggja at um børnini sita í trygdarbelti. Og seinastu dagarnar hevur løgreglan verið við skúlar ymsa staðni í landinum dag um dag og kanna ferðsluna, bæði við smærri skúlar og við størri skúlar.
Og løgreglan sigur, at bæði í gjáramorgunin og í morgun hava foreldur fingið klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at festa tey í trygdabeltið. Tað sama hendi eisini fríggjadagin at foreldur fingu bót fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey í trygdarbelti.
Løgreglan sigur, at tvær umberingar, tey javnan hoyra, er, at tey høvdu skund, at tey góvu sær ikki stundir til at spenna børnini í trygdarbelti, ella at túrurin er so stuttur, tey tey hildu, at tað bilaði ikki.
Bilførari, sum hevur børn undir 15 ár í bili, uttan at tey sita í trygdarbelti, fær klipp í koyrikortið.