Foreldur í Klaksvík. Hetta má aldrin henda aftur

Nógv foreldur í Klaksvík hava hug til at geva internet-kafeini skyldina fyri, at fýra ungir dreingir brádliga kundu finna uppá taka byrsu í hond og at skjóta frá hond, eftir øllum ið flutti seg

Tað er onki løgið í, at klaksvíkingar eru skelkaðir eftir hendingina sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga fóru at skjóta frá hond eftir fólki.

Tað var bara eitt satt undur, at eingin lá eftir á, áðrenn løgreglan fekk tosað dreingirnar til sætti so at teir løgdu vápnini.

Men hendingin hevur loypt ræðslu á nógv fólk í Klaksvík, ikki minst á foreldur.

Og spurningurin, sum sjálvandi øll seta sær, er, hvat var tað, sum fekk fýra dreingir at fara so yvir gevind, sum talan var um hesuferð.

Nógv foreldur hava ringt til Sosialin at tosa um tað, sum fór fram. Men felags fyri nógv av teimum, er, at tey hava hug til at geva teldu kafeðini Orion skyldina.

- Har sita børn og ung kvøld eftir kvøld og spæla telduspøl. Og nógv av hesum telduspølum eru so harðlig, at tey, sum gera spølini, hava sett aldursmark á spølini, og á summum spølum er enntá 18 ára aldursmark.

Foreldrini vísa m.a. á,a t spøl eru til, har tað j?st ræður um at skjóta alt og øll niður, ikki minst politistar.

Men tað eru ongi av foreldrunum, sum hava álit á, at tey, sum hava teldukafeðina, hava naka sum helst eftirlit við, at aldursmarkið verður hildið.

Felags fyri nógv av foreldrunum er annars, at tey eru ógvuliga bangin fyri, at ein tilburður, sum hetta, kann fara at endrutaka seg og tey siga, at tað er ógvuliga umráðandi, at vælumhugsað og røtt stig verða tikin til at forða fyri tí.

Og tað eru tey, sum enntá halda, at teldukafeðin skuldi verðið stongd, tí tey ivast ikki í, at j?st telduspølini kunnu geva børnunum íblástur slíkar ófatiligar gerðir, sum tað her er talan um.

Men tey halda eisini, at sk?li og barnavernd eiga at taka sín leiklut í fullum álvara og umhugsa gjølliga, hvat verður gjørt.


Heilt aðrir trupulleikar

Allan Joensen, sum hevur teldukafeðina, heldur, at tað er dekan ov nógv gjørt av, at geva telduspølum skyldina fyri tað, sum er hent.

Eg haldi ikki, at telduspøl fáa fólk at gera slíkt, tí har eru tað heilt aðrir trupulleikar, sum gera seg galdandi, heldur hann.

Hann sigur, at í øllum førum kann hann ikki fáa skyldina fyri, hvat hesir ávísu dreingirnir gera, tí tað kemur næstan ikki fyri, at teir spæla teldu.

-Teldukafeðin er eitt av teimum heilt fáu støðunum í Klaksvík, sum ungdómur hevur at savnast í.

-Hesir fýra dreingirnir eru eisini javnan inni á Kafé-ini, men teir hava næstan ongantíð pening at spæla fyri. So teir gera sum so nógv onnur: Keypa sær okkurt góðgæti og ganga so runt og hyggja ímeðan hini spæla, sigur Allan Joensen.

Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, vil heldur ikki geva telduspølum, ella harðligum filmum, skyldina.

Hon sigur, at tað er nógv umrøtt, antin børn og ung fáa mein av at hyggja eftir harðligum filmum og av at spæla harðlig telduspøl.

-Yvirhøvur er niðurstøðan tann, at hava børnini eina barlast heiman ífrá, verða tey ikki so nógv ávirkað av telduspølum og filmum, at tey verða tikin so av fótum, at tey kunnu finna uppa at gera álvara burtur?r tí, tey síggja á skíggjanum.

-Men er talan um børn, sum hava aðrar trupulleikar, sum eru illa fyri sosialt, og sum ikki duga at skilja ímillum veruleikan og fantasi, kann tað ikki ?tihýsast, at harðligir filmar og -telduspøl kunnu fáa bikarið at flóta yvir.

- Hesir dreingirnir eru tó so mikið vaksnir, at teir eiga at duga at skilja ímillum veruleikan og fantasiin.

Men fyri tað kunnu teir fáa íblástur til eitt og annað av aty síggja harðligar filmar, ella spæla harðlig spøl á teldu, um teir frammanundan ikki eru væl fyri.


Meiri eftirlit

Allan Joensen viðgongur annars, at tað er ikki nakað serligt eftirlit við tí aldursmarkinum, sum stendur á spølunum.

-Tey allarflestu, sum koma á kafeðina, eru børn og ung frá 12-16 ár, og so er onkur hendinga eldri.

- Og skulu aldursmarkini takast í fullum álvara, kunnu vit akkurát tað sama lata aftur.

Allan Joensen ivast ikki í, at støðan er akkurát tann sama á hinum teldukafeðunum.

Men hann leggur afturat, at eftir hesa hendingina, verða teir noyddir at taka støðuna í álvara og seta betri eftirlit í verk av aldursmarkinum, sum er á telduspølunum.