Forkunnug føroysk filmsmentan

Skapandi ungdómur í einum góðum umhvørvi. Summi klippa, meðan onnur fáast við ljós, ljóð og leikrit. Í sjónvarpshølunum hjá Kringvarpinum arbeiða næmingarnir, sum luttaka á FISK 2006, nátt og dag fyri at fáa stuttfilmarnar lidnar: - Ein nýggj og spennandi filmsmentan er á veg til Føroya, siga tey avgjørd.

Hóast flestu næmingarnir á FISK 2006 hava nógv um at vera, fingu vit órógvað teir eina tíma seinnapartin í gjár.
 
Tey fimm ungu, vit fingu orðið á, hava øll valt at fara á FISK 2006, tí tey hava stóran áhuga fyri filmi og ætla somuleiðis møguliga at lesa víðari innan filmsvinnuna:
 
- Vit ynskja øll at leggja lunnar undir eina nýggja føroyska filmsmentan. Hesin skúlin birtir í øllum førum upp undir, at fleiri føroyskir filmar verða gjørdir, siga tey, men ivast tó stórliga í, um filmmentanin í framtíðini verður ein nýggj vinna hjá føroyingum:
 
- Men vit verða í øllum førum sett á heimskortið á ein øðrvísi hátt.Vit vóna, at skúlin verður á hvørjum ári, so fleiri føroyingar kunnu fáa høvi til at royna seg á filmsøkinum, siga tey samd, og Turpin leggur afturat, at um ein ætlar sær at lesa okkurt innan filmsvinnuna, er tað avgjørt eitt hugskot at fara á FISK:
 
- Føroyingar kenna ov lítið til at gera film. Førleikin skal hava teir røttu karmarnar at vaksa í. Um gróðrarbotnurin ikki er har, so ber einki til. Og tað er einki at ivast í, at tann rætti botnurin er á hesum filmsskúlanum, sigur Turpin bjartskygdur, og Andreas leggur afturat, at hann hevur verið á øðrum filmsskúlum uttanlands, og at føroyski skúlin er á einum betri støði enn teir skúlarnir, hann hevur roynt:
 
- Eg havi eitt nú verið á NUF (kendur norskur filmsfestivalur, blaðm.), og umstøðurnar á føroyska filmsskúlanum eru nógv betri.
 
- Her fær ein veruliga blóð á tonna. Føroyski filmsskúlin líkist sera nógv einari veruligari filmsframleiðslu uttanlands, sigur Franklin, og hini benda høvdið kvikliga eitt sindur framyvir og uppaftur.