Steintór Rasmussen, Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen spæla á Skarv í Keypmannahavn um vikuskiftið. Fyrireikararnir kalla tiltakið fangandi, fólksligt og frændursligt. Tað er helst ikki nógv galið við tí lýsingini, tí við royndum monnum sum Steintóri Rasmussen og Pæturi við Keldu, sum syngja og spæla ávíkavist gittar og klaver, kryddað við violinspæli frá ungu Heiðrun Petersen, fáa fólksligu sangirnir hjá teimum báðum harrunum ein serligan dám.
Tað verður nú leygarkvøldið, at tey trý fara á pall á Skarv í Keypmannahavn, har dyrnar lata upp klokkan ellivu.