Forkunnug upptøka við Benjamin í Íslandi

Benjamin, sum í kvøld spælir á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, hevur um dagarnar kunngjørt eina forkunnuga upptøku, sum varð gjørd í Íslandi í samband við, at hann spældi á Iceland Airwaves í november í fjør.

 

Upptøkan er gjørd í tiltikna handlinum Dead Shop í Reykjavík, har Benjamin spælir á eina sokallaða autoharpu og framførir lagið Dogwood Angel, sum er at finna á fløguni Ghost With Skin.

 

Tað er Eyðun Müller Thomsen, sum hevur gjørt upptøkurnar við Benjamin í Dead Shop í íslendska høvuðsstaðnum.

 

Benjamin hevur annars nokk at síggja til í hesum døgum. Í kvøld skal hann spæla á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Tann kosertin byrjar við, at Knút Háberg Eysturstein saman við Mattiasi Kapnas fer at hita upp klokkan 21.30, áðrenn Benjamin fer á pallin saman við Mikael Blak og Jan Rúna Poulsen. Í morgin gongur leiðin til Århus, har Benjamin skal luttaka á Spot festivalinum í, har eisini Hamferð eru við.

 

Sí upptøkurnar úr Dead Shop á leinkjuni niðanfyri:

 

Mynd: skermprent úr upptøkunum av Dogwood Angel