Tvey, sum gjørdu tað eitt sindur øðrvísi enn fólk flest, vóru Andrew Apol Wilson og Meryl Chisnell úr Bretlandi. Tá øll Apol familjan savnaðist í Havn seinasta summar gjørdu Andrew Apol Wilson og Meryl Chisnell av at taka ring uppá úti á sjálvum Skansanum. –Hetta gjørdu vit, tí Skansin minnir okkum á seinna heimskríggj sigur Andrew, sum er sonur bretska hermannin Harry Wilson, sum var í Føroyum undir krígnum og her fann føroysku konu sína, Honnu Apol í Havn, móður Andrew. Andrew er bróður Louis Wilson, sum í mong ár virkaði sum eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar í Bretlandi, har hann kunnaði bretsku pressuna og almenningin um grindadráp.
Andrew og Meryl tóku ring uppá 30. juni í ár, og 29. august feiðraðu tey enn ein stóran dag, ikki í heimlandinum men við eysturstrond Afrika. Tey bæði vórðu gift á oynni Zanzibar við 12 Masai krígsmonnum við sína lið. Brúdleypsferðin var á safari í Tanzania. Tey bæði hava sent Sosialinum eina jólaheilsan við vøkru myndunum frá tí romantisku løtuni tey gjørdust maður og kona. Andrew arbeiðir sum farmaseutur á sjúkrahúsi og Meryl sum sjúkrasystur. Tey møttust tá tey bæði arbeiddu á sjúkrahúsi og hava verið saman í góð seks ár. Við sær í hjúnarlagið hava tey 3 børn, Adrew ein drong og Meryl tvær gentur.
Tey bæði heilsa øllum føroyingum og ynskja eini góð jól og eitt gott nýggjár.