Formaðurin er ikki stjóri

Profilurin í Vinnu hesuferð er Bergur Poulsen, sum er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Støðan í Føroya arbeiðsgevarafelag er heldur sjáldsom. Formaðurin í felagnum, Bergur Poulsen, er nevniliga ikki arbeiðsgevari longur.

- Støðan í dag er, at tað verða færri og færri arbeiðsgevarar, samstundis sum teir, sum eru, verða størri og størri, og tí eru færri at velja millum, sigur Bergur Poulsen í profilinum í Vinnu.

Lønin dregur ikki verkið

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á at hava eina góða fyrisiting, ið kann ganga teimum mongu feløgunum og felagsskapunum til handar á ymsan hátt. Tað inniber, at Bergur Poulsen ikki kann liva av formanssessinum. Tað nívur ikki Berg.

- Sjálvur fái eg eisini samsýning fyri at vera formaður, men hetta skal ikki vera nakað livibreyð. Tað er ikki fyri lønina, eg røkti hendan formanssessin, sigur Bergur Poulsen, sum er fyrrverandi stjóri í Havsbrún.

Minni rokutur gerandisdagur

Hóast Bergur Poulsen hevur verið ein upptikin maður seinastu 30 árini, hóvar tað honum væl at fara eitt gir niður.

- Eg havi í øllum førum ikki kett meg enn, tí eg havi bæði eitt og annað at ganga uppí, sigur Bergur Poulsen.

Les allan profilin av Bergi Poulsen í Vinnu.