Formaðurin leggur frá sær

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum fer frá

 

Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum síðan í mars 2018, fer frá sum formaður 1. september, tí hann tá tekur við sum innkeypsleiðari hjá skipasmiðjuni Mest.

 

Tað skrivar felagið millum annað í nýggjastu útgávuni av blað felagsins, Maskinmeistarin, sum verður prentaður nú.

 

Web-útgávan av blaðnum er at finna á heimasíðuni hjá felagnum.