Formansbrævið

Nevndarlimirnir í Fótbóltssambandinum hava snøgt sagt verið dundrandi ónøgdir um arbeiðsháttin hjá formanninum

FSF-stríð

Í fríggjadagsútgávu kom fram, at meirilutin í starvsnevndini hjá FSF undan øllum rokinum um formansvalið hevði sent Dánjali Andreasen eitt bræv, har teir í smálutum hava viðgjørt ta ónøgd, sum hevur verið um nevndararbeiðið.
Og nú brævið er vorðið meira ella minni alment, er tað ikki bara smávegis ónøgd ? men heldur eitt fortørnandi misnøgd - um arbeiðsgongdirnar í nevndini.
Vit hava valt ikki at endurgeva skrivið í fullum líki, men millum annað framganga niðanfyristandandi viðurskifti av skrivinum:

<sum$?$end$!$Vit ivast stórliga í, um tú ert tann rætti persónurin at standa á odda fyri FSF.
<sum$?$end$!$Arbeiðslagið millum formannin og umsitingina er úti av lagið vánaligt. So vánaligt, at formaðurin setir sum krav, at aðalskrivarin verður skiftur út. Hetta er bert enn eitt dømi um, at tú ikki megnar at standa fyri leiðsluni í FSF.
<sum$?$end$!$Formaðurin er ein óliðiligur persónur, sum á ein óstórtligan hátt krevur sín vilja framdan í verki, og sum ofta umrøður ósemjur á lítið sømandi hátt.
<sum$?$end$!$Hetta viðførir, at nevndarfundirnir ikki gerast konstruktivir, og kjakið steðgar ofta í smálutum, uttan at nevndin fær viðgjørt mál á einum hóskandi støði.
<sum$?$end$!$Formaðurin hevur ikki álit á umsitingini, og tí noyðist nevndin at brúka nógvu tíð til avgreiðslumál.
<sum$?$end$!$Nevndin saknar eina viðgerð av prinsipiellum málum. Um hvussu ungdóms-, útbúgvingar- og landsliðsarbeiðið verður lagt til rættis, og hvussu heimliga kappingin verður skipað.
<sum$?$end$!$Nevndin fær onga kunning um mál í UEFA- og FIFA høpi, og hartil verður støðutakanin hjá FSF als ikki viðgjørd, tá mál skulu til altjóða atkvøugreiðslur.

Nevndin endaði tá brævið, sum er sent formanninum, við at siga: » Vit eru sera harmir um at skula geva tær hesi skrivligu boð. Vit vóna, at vit sleppa undan at skula fara undir eina atkvøðugreiðslu í nevndini um henda spurning, og er tað okkara samlaða vón, at tú, eftir at hava lisið hetta skriv, tekur avgerð tína um at stilla upp sum formaður á komandi aðalfundi upp til nýggja viðgerð.«
Brævið er undirskrivað av fýra nevndalimum hjá FSF. Christiani Andreasen, Karl Vidtfeldt, Rúna Heinesen og Niklas á Líðarenda.