Tíðarmunurin millum Føroyar og Avstralia ger, at tað var um miðnáttarleitið okkara tíð, at formil 1 kappingarárið byrjaði við fríggjadagsroyndarkoyringini áðrenn avstralsku formil 1 koyringina í Alberts Park í Melbourne, Avstralia.
Broytt reglugerð
Fyrsta tíðarkoyringin var, sum nýggja formil 1 reglugerðin sigur, hálvan annan tíma long. Hetta er ein hálvan tíma longur enn í fjør, og er galdandi fyri báðar royndarkoyringarnar fríggjadag. Hetta er bert ein av fleiri broytingum í reglugerðini. Ein onnur og mundandi meira ekstrem er, at mark er sett á mest loyvda tal av snúrðingum á formil 1 motorunum. Nú er mest loyda tal 19.000 snúrðingar. Reglugerðin um at skifta motor er eisini broytt, soleiðis at liðini fáa loyvið at skifta motor aftan á fríggjadagskoyringina. Hin stóra broytingin er, at nú er bert ein dekkframleiðari. Øll liðini koyra við Bridgestone, hetta eftir at Bridgestone og Michelin hava kappast í fleiri ár.
Í setrið hjá Schumacher
Fleiri broytingar eru í nøvnunum, ið koyra á breytini. Størsta broytingin er uttan iva, at sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher er givin. Í hansara stað, sum liðfelagi hjá Felipe Massa í Ferrari, er finnin Kimi Räikkönen komin. Hann leggur sostatt marru árini við tí óstøðuga Mercedes motorinum aftan fyri seg. Tvífaldi heimsmeistarin Fernando Alonso hevur skift tann góða og álítandi Renault rasarabilin við gamla bilin hjá Räikkönen, McLaren/Mercedes. Alonso koyrir her saman við unga bretska talentinum Lewis Hamilton, ein spennandi harri, ið kann gerast eitt satt stjørnuskot. Í Renault hevur italiumaðurin Giancarlo Fisichella eftir fleiri ár í skugganum av Alonso møguleika at vísa, at hann eigur at vera fyrsta val framman fyri sera gávuríka liðfelagan, finnan Heikki Kovalinen.
Sama manning
Honda, Torro Rosso, BMW-Sauber og Toyota hava í ár somu manning sum síðsta ár. Ja, Toyota hevur somu manning, sum hevur myndað liðið í fleiri ár, teir báðar Jarno Trulli og Ralf Schumacher. Fyri BMW Sauber er tó ikki talan um somu manning, sum byrjaði árið í fjør. Nico Rosberg er enn í Sauber, men afturat sær hevur hann polska Robert Kubica, ið sera sannførandi avloysti Jacques Villeneuve miðskeiðis í kappingarárinum 2006.
Bestu royndarkoyrarar
Fyri Williams og Super Aguri eru tveir av teimum bestu royndarkoyrarunum seinnu árini slopnir framat. Alexander Wurz og Anthony Davidsson hava seinastu árini kappast um skjótastu tíðirnar í royndarkoyringum, nú sleppa teir at kappast í koyringum eisini. Fyri Alexander Wurz er hetta ein møguleiki fyri at venda aftur til kappingarnar, ið hann luttók í fyri Bennetton í árunum 1997-2000.
Adrian Newey teknar Red Bull
Eisini aftan fyri leiktjøldini eru broytingar hendar. Størsta broytingin er uttan iva hend við skiftinum hjá høvuðssniðgevanum hjá McLaren, Adrian Newey, sum er farin til Red Bull Renault. Adrian Newey verður av nógvum roknaður sum besti sniðgevið í formel 1. Hann hevur teknað bilar, ið hava vunnið HM fyri bæði Williams og McLaren. Teir bilarnir, ið Newey sniðgevur, berjast altíð um meistaraheitið. Í árunum 1991-2004 vóru tað einans bilar, ið vóru teknaðir antin av Newey ella Bennetton og Ferrari sniðgevanum Rory Byrne, ið vunnu meistaraheitið í formel 1.
Hann kom til Williams liðið í 1990 og sniðgav fantastiska Williams bilin, ið gjørdi Nigel Mansell, Alain Prost, Damon Hill og Jaques Villeneuve til heimsmeistarar í tíðarskeiðinum 1991-1997. Hann flutti síðan til McLaren, har hann tvær ferðir sniðgav bilin, ið gjørdi Mika Hakkinen til heimsmeistara. Seinnu árini luttók hann alsamt minni í sjálvari sniðgevingini hjá McLaren, til hann í fyrraárið teknaði McLaren bilin, ið gjørdist ov stuttir í bæði lið- og koyrarameistaraheitinum, men sum uttan iva var skjótasti bilurin hetta kappingarárið. HM varð mist av einum sera svikaligum motori. Samanlagt hava bilar, ið Newey sniðgav í árunum 1991-2005, vunnið 100 sigrar, 59 fyri Williams og 41 fyri McLaren. Hann byrjaði hjá Red Bull í februar í fjør, men hetta var ov seint til at vera við í sjálvari sniðgevingini av 2006 bilinum. Ársins bil hevur hann verið við til at bygt frá byrjanini. Við tí ósvikaliga Renault motorinum, kann hetta gerast eitt stórt ár fyri Red Bull Racing.
Ferrari og McLaren
Royndarkoyringarnar í vetur hava givið ábendingar um, at Ferrari hevur ein sera sterkan bil, men eisini McLaren tykist sannførandi. Men tað er trupult at spáa um McLaren, sum tey seinastu árini hevur havt ein motor, ið alt ov ofta ikki ber bilin um málstrikuna.
Renault tykist at vera eitt sindur aftanfyri, men liðið vónar, at kunna gera seg galdandi innan alt ov langa tíð.
Keldur: f1.com, forix.com