Tað var landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, sum hevði boðið til fundin, og allir teir 9 føroysku venjararnir vóru á fundinum. Nýggi brasilski venjarin hjá GÍ/LÍF hevði venjing við sínum spælarum í Leirvík hendan dagin. Á fundinum var sjóneykan serliga sett á kropsliga venjing, og hvussu hendan venjingin kann styrkjast enn meira úti í feløgunum. Ein háttur at styrkja venjingina er við serligari kanningarútgerð og kanningum av spælarum, og hetta er nakað, sum fleiri feløg eru farin at gera meira við. Praktisk roynd varð gjørd við spælarum í U19 landsliðshópinum, og venjararnir fingu eisini møguleikan at kjakast um kropsliga venjing.