Framsýningar
Føroya Fornminnissavn letur hampiliga væl at úrslitinum fyri summarið. Eini 7.000 fólk hava vitjað savnið í summar.
Sagt verður í tíðindaskrivi frá Føroya Fornminnissavni, at meðan savnið hevur havt opið í summartíðini, sum hjá teimum er frá 21. mei til 31. august. hava sløk 7.000 fólk verið á savninum. Av hesum eru 54 skúlaflokkar við 784 næmingum og 78 lærarum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Nú vetrartíðin á Fornminnissavninum nærkast, verða væntandi færri vitjanir, skilst á tíðindaskrivinum. Kanska einamest tí, at ikki veðrur opið dagliga, sum tað er um summarið. Í vetur verður Fornminnissavnið bara opið fyri almenninginum sunnudagar millum klokkan 15 og 17.
Tó sleppa skúlaflokkar og aðrir bólkar, har minst 10 fólk eru við, inn á savnið hvønn dag í arbeiðstíðini, sum er millum klokkan 08 og 16. Sagt skal tó verða frá á savninum frammanundan.
Føroya Fornminnissavn hevur Føroya søgu at sýna fram frá landnámi til okkara tíð. Mest er tó, sum vera man frá tí, sum hendi... »úti í gomlum døgum«.
Fornfrøðiligir útgrevstar, rúnasteinar og -kelvi. Gamli Dímunarseyðurin. Hann sum....»svartur var sum kolamógvur og vártreystur út av lagi«. Og annars alt møguligt, sum fólk hava brúkt í Føroyum bæði til arbeiðis og prýðis.
Føroya Fornminnissavn er í tveimum so at siga. Tað er framsýningarhøllin í Brekkutúni í Hoyvík, og so er tað útisavnið niðri í Hoyvík. Heima á Garði, sum tey nevna tað.
Har er gamli býlingurin settur í stand, sum hann var umleið 1920. Við kríatúrum og øllum tíð, sum til hoyrir.
Føroya Fornminnissavn sigur í tíðindskrivinum, at tey fegin vilja vísa fólki savnið, nær tað skal vera. Tað er bara at siga frá, um ætlanin er at koma uttan fyri almennu upplatingartíðirnar.
Eisini fæst ymiskt um savnið at vita á heimasíðuni hjá Fornminnissavninum, sum eitur:
www.natmus.fo