Tveir dagar eftir, at elektróniska atgongumerkjasøgan til SASH!-konsertina byrjaði, vóru 1/3 av atgongumerkjunum longu seldur. Sostatt er líkt til, at konsertin verður útseld, væl áðrenn tiltakið byrjar í Rex.
Pláss er fyri 350 áhoyrarum.
Byin.fo fegnast um áhugan fyri konsertini og ikki minst hesum nýggja møguleikanum at keypa atgongumerki umvegis netið.
Nú verður umhugsað at taka henda nýggja møguleikan í nýtslu framyvir til onnur størri tiltøk, so duravørðarnar spara høvuðbrýggj og tey vitjandi spara bíðirøðina.