Forsølan til Summar Festivalin longd

Ætlanin var, at forsølan til Summar Festivalin skuldi enda mikukvøldið, men áhugin fyri at keypa atgongumerki í forsølu er framvegis so stórur, at fyrireikararnir hava gjørt av, at forsølan heldur fram til kl 13.00 í dag.

Atgongumerkini til Summar Festivalin kunnu keypast í Telebúðum, á Torginum í SMS og á heimasíðuni sf.fo. Øll hendan forsøla heldur fram til kl. 13.00 í dag, siga fyrireikararnir.

 

 

Tá festivalurin byrjar hósdagin ber til at keypa vikuskiftispass við dyrnar, men tá er prísurin hægri enn í forsøluni.

 

Einans 400 vikuskiftispass eru eftir, siga fyrireikararnir í dag.

 

Forsølan til Summar Festivalin hevur gingið óvanliga væl, og nú verða bert 400 vikuskiftispass afturat seld í forsølu.

 

Ongantíð áður hevur forsølan til Summar Festivalin gingið so væl sum í ár, og nú er av álvara farið at ganga undan við vikuskiftispassum.

 

Bert 400 vikuskiftispass afturat verða seld í forsølu, og síðani verða bert dagsbilettir at fáa.

 

Atgongumerki, sum verða keypt online í dag, skulu heintast í Kunningardiskinum við inngongdina til festivalin.