Forsølan útseld

Áhugin fyri Coolio er stórur. Øll 400 bíligu atgongumerkini í forsølu eru útseld. Byin.fo og Kall hava tí avgjørt at selja 400 bílig atgongumerki afturat í forsølu.

 

Kostnaðurin er 200 kr. og atgongumerkini fáast í báðum Kall-búðunum (í SMS og á Óðinshædd) ella á heimasíðuni hjá Kall.

 

Konsertin við Coolio og Crystal Waters verður hildin í Høllini á Hálsi í kvøld.