Forsætisráðharrin hjá Gaddafi tikin

Fyrrverandi libyski forsætisráðharrin Al Baghdadi al-Mahmoudi er tikin í grannalandinum Tunesia. Tað váttar ein embætismaður í tunesiska innanríkisráðnum. Sambært embætismanninum, sum ikki vil leggja navn til tíðindini, varð fyrrverandi stjórnarleiðarin tikin í gjárkvøldið.

Tað var arabiska sjónvarpsstøðin Al Arabiya, sum bar tíðindi um, at Al Baghdadi al-Mahmoudi var tikin, men tíðindini vórðu ikki váttað fyrr enn seinnapartin, skrivar AFP.

Á myndini sæst fyrrverandi forsætisráðharrin á einum tíðindafundi í Tripoli fyri fimm mánaðum síðani.