Forsíðufrúur gera upptøkur í Føroyum

Filma til 9. sesong

Danska realityrøðin, Forsidefruer, er í hesum døgum í Føroyum og tekur upp til 9. sesong í røðini.

Føroyska Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard, sum hevur verið partur av røðini frá byrjan, veit ikki, hvussu nógv hon sleppur at greiða frá, um hvat tað er, sum tær gera í Føroyum, men hon ger greitt, at í dag eru tær allar í Vestmanna, har tær fara á flot.

Annars fáa forsíðufrúurnar lítið at vita, um hvat skal henda undan upptøkunum.

– Eg haldi, at tað mesta verður yvirraskilsir, tí at tað er framleiðslan, ið leggur innihaldið til rættis, so eg veit ikki heilt. Vit eru bara við og hugna okkum, sigur Gunnvør V. Dalsgaard.

Í realityrøðini fylgja vit teimum seks kvinnunum, Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard, Amalie Szigethy, Tinu Lund, Janni Ree, Jackie Navarro og Karinu von d'Ahé, og eru tær allar við í ferðalagnum uttan Amalie, greiðir Gunnvør V. Dalsgaard frá. 

Hetta er fyrstu ferð, at Forsidefruer tekur upp í Føroyum, og forsíðufrúurnar hava verið heilt hepnar við veðrinum, ásannar Gunnvør V. Dalsgaard.

– Vit hava verið so hepnar við veðrinum, so vit eru rættiliga glaðar fyri tað. Og eg haldi, at tær eru nokk so hugtiknar av landinum, sigur Gunnvør V. Dalsgaard um hinar forsíðufrúurnar.