Forsetaval í Fraklandi í dag

Klokkan sjey í morgun okkara tíð lótu valhølini í Fraklandi upp, og teir næstu 12 tímarnar kunnu fólk fara í valhølið at seta kross við tann, sum tey vilja hava at røkja forsetaembæriðnæsta valskeið.

Tann seinasta veljarakanningin bendir á, at tey bæði høvuðsvalevnini, Nicolas Sarkozy, forseti, og sosialisturin Francois Hollande fara at fáa 27 prosent í part, og at teir báðir so skulu kappast í seinna valumfari, sum verður tann 6. mai, og sum Hollande stendur til at vinna, um kanningarnar eru álítandi.

Tær fyrstu forsagnirnar um úrslitið í dag koma, beint eftir at valhølini eru latin aftur.