Forsetin spældi fótbólt við argjabørnum

– Guðni gjørdi ikki mætari enn sjálvur at leypa út á vøllinum at standa í mál, tá hann beint áðrenn fráferð av skúlanum á Argjahamri gekk fram við fótbóltsvøllinum hjá skúlanum

– Guðni gjørdi ikki mætari enn sjálvur at leypa út á vøllinum at standa í mál, tá hann beint áðrenn fráferð av skúlanum á Argjahamri gekk fram við fótbóltsvøllinum hjá skúlanum.

 

Eftir at hava vitjað hjá Katrinu Christiansen í morgun, har Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, var vertur, og síðani at vitja á ráðhúsinum í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri og býráðslimir tóku ímóti, vitjaði íslendski forsetin, Guðni T. Jóhannesson og forsetafrú Eliza Jean Reid í skúlanum á Argjahamri á Argjum.

 

Har greiddi skúlastjórin, Marjun Holm, frá um skúlan, og 6. flokkur kvóð Burturi á heiði fyri forsetafylginum. Næmingar í 2. flokki sungu fyri forsetanum, ein føroyskan og ein íslendskan sang, og Tórur Paulason handaði forsetanum ein fløskupost, sum íslendskir vísindamenn sleptu út í 2016. Guðni lovaði Tæori at taka fløskupostin við aftur til Íslands.

 

Heimasíðan hjá skúlanum á Argjahamri, sah.fo, skrivar víðari, at fylgið síðani fór oman á Miðdeild, har næmingar úr 6. flokki enn einaferð framførdu. Hesaferð við einum BrainBreak innslag, sum verður nýtt í samband við Cooperative Learing.

 

At enda slapp forestin út á Svalan at njóta útsýnið. Og tað er tað til allar síðst, at steðgað varð við fótbóltsvøllin, har forskúlin júst hevði fríkorter. Guðni gjørdi ikki mætari, enn at sjálvur leypa inná vøllin at standa í mál.

 

– Takk fyri vitjanina, Guðni, skrivar skúlin á Argjahamri.

 

Fleiri myndir síggjast á heimasíðu skúlans VIÐ AT TRÝSTA HER