Seinnapartin sunnudagin sigur hann frá nógvum vindi av útsynningi og regni. Tí er avrátt, at tveir av teimum fimm landskappingardystunum í 25. umfari, sum vóru ásettir at vera sunnudagin, eru fluttir, so teir verða leygardagin.
Talan er um tveir av dystunum, sum hava heilt stóran týdning í kappingini at sleppa undan niðurflyting.
Annar er tann á Svangaskarði, har B68 fær virtjan av AB.
Hin er tann undir Mýruhjalla, har Skála fær vitjan av EB/Streymi.
Báðir dystirnir eru fluttir til at vera leygardagin klokkan 15.
Forsøgnin sigur, at leygardagin verður ættin útsynningur, vindferðin verður 9 metrar um sekundið, og tað fer at regna.
25. umfar
Leygardagin 8. oktober
B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Skála – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
Sunnudagin 9. oktober
KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen kl. 15.00
-
KÍ | 24 | 21 | 2 | 0 | 63 | 7 | 68 |
Víkingur | 24 | 16 | 3 | 5 | 63 | 23 | 51 |
HB | 24 | 15 | 4 | 5 | 50 | 25 | 49 |
B36 | 24 | 11 | 4 | 9 | 47 | 24 | 37 |
EB/Streymur | 23 | 9 | 5 | 9 | 30 | 41 | 32 |
B68 | 24 | 7 | 3 | 14 | 33 | 47 | 24 |
AB | 24 | 7 | 3 | 14 | 31 | 62 | 24 |
07 Vestur | 23 | 6 | 5 | 12 | 26 | 56 | 23 |
NSÍ | 24 | 6 | 3 | 15 | 27 | 51 | 21 |
Skála | 24 | 1 | 6 | 17 | 22 | 56 | 9 |