Jóhan Christiansen, borgarstjóri
----
Jógvan Philbrow er avgjørdur. Forskúlar eru av tí ónda, og tað er tað. Kanningar úr øllum heimi vera endurgivnar, sum allar sbrt. honum vísa á, at forskúlar eru skaðiligir. Góði lesari, far út á alnótini og leita eftir fyrimunum við forskúlum, kanningar um forskúlar o.s.fr., so síggja tit, at leitiúrslitið av fyrimunum, er fleirfald tað sum úrslitið av vansum. Bert fyri at undirstrika eitt sindur, at tú kanst altíð finna kanningar, serfrøðingar o.s.fr., sum júst tala tína søk. Men minst til, at tað eru líkanógvir serfrøðingar, kanningar o.s.fr. sum meina tað beint mótsatta.
Jógvan Philbrow leggur ikki fingranar millum, og vil vera við, at Fólkaskúlin sum heild er eitt vánaligt tilboð til okkara børn. Vit fáa tí greiðu fatan av, at hann heldur at fólkaskúlin er orsøk til vaksandi staðfestingar av ADHD, atferðrartruplum børnum o.s.fr. Mestsum fær man tað fatan, at fólkaskúlin, herundir eisini forskúlar, framleiða børn við ADHD ella atferðartrupulleikum. Álvarsligar skuldsetingar móti fólkaskúlanum og starvsfólkunum har.
Eg eri hvørki fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur. Men eg dugi væl at síggja og lesa meg til, at vit kunna geva okkara børnum eitt betri tilboð, enn tað tey fáa í dag. Ikki tí eg haldi fólkaskúlin er vánaligur, tí tað er hann ikki. Ikki tí eg haldi dagstovnaøkið er vánaligt, tí tað er tað ikki. Men tí eg eri sannførdur um, at samstarva námsfrøðingar og lærarar um okkara børn, so fáa vit eitt betri úrslit. Tað sigur seg sjálvt.
Jógvan og eg eru ósamdir um forskúlar. Tað havi eg ongar trupulleikar við, og hava vit báðir verið úti í fleiri kjakum um júst tað. Tað undrunarverda er, at nógvar av høvuðsgrundgevingunum hjá Jógvani ímóti forskúlum, eru grundgevingar hjá mær fyri teimum. Jógvan vísir á vaksandi trupulleikan við ADHD, atferðartruplum børnum og dreingjum sum klára seg illa í skúlanum, og brúkar tað sum grundgeving ímóti forskúlum. Júst somu trupulleikar haldi eg tala fyri, at vit seta tilboð eins og forskúlar á stovn. Hesir báðir fakbólkar sum varða av okkara børnum, mugu tosa saman, og finna ta bestu loysnina, saman við foreldrum og myndugleikum annars.
Fyri at nýta myndamál, so er tað ongin meining í, at dagstovnaøkið lærir okkara børn at gera fimleik, skúlin fótbólt, um tað er okkurt heilt annað sum krevst, fyri at børnini koma at klára seg væl í samfelagnum, tá tey gerast vaksin. Vit mugu tosa sama.
Vit í Eysturkommunu hava stovnsett ein forskúla, sum nú á triða ári koyrir. Vit hava bert gott at bera forskúlanum. Børnini eru sera væl nøgd og foreldrini eru sera væl nøgd. Hetta eru heilt greiðu afturmeldinganar eg havi fingið. Bæði sum borgarstjóri og sum pápi at einum forskúlanæmingi.
Jógvan kennir væl til okkara tilboð við forskúlanum. Føroya pedagogfelag hevur verið á vitjan, tey eru kunnaði o.s.fr.
Jógvan hevur sjálvur, vegna Føroya pedagogfelag siti í einum eftirmetingarbólki av júst okkara forskúla. So tað skuldi verið honum laga manni, at greitt foreldrunum at teimum gott 100 børnunum, sum hava verið, og eru í dag í okkara forskúla, hví okkara forskúli er so skaðiligur. Vit sum kommuna eru avgjørt opin fyri forbetringum. So tað er bara at koma við teimum, so taka vit tað upp.
So áðrenn vit fara víðari við kjakinum um forskúlar, so skyldar Jógvan Philbrow okkum, og øllum lesarum, at fortelja hví forskúlin í Leirvík er skaðiligur fyri okkara børn. Sum sagt, so kennir hann forskúlan í Leirvík sum sín egna buksulumma. Skuldi hann allíkavæl havt okkurt at spurt um, so ivist eg ikki í, at starvsfólkini, bæði lærarar og námsfrøðingar á forskúlanum svara fegin.
Fyri onnur er eisini møguligt at fara inn á heimasíðuna hjá kommununi www.eysturkommuna.fo Undir kunning, liggur m.a. okkara tilmæli til 0 flokk í Eysturkommunu.
So Jógvan, vit bíða í spenningi