Forvitnislig framsýning í Klaksvík

Aldargomul pløgg, sum Anna Djurhuus hevur virkað, eru nú at síggja í Klaksvík


Spaniastova var ov lítil í gjárkvøldið, tá ið forvitnislig framsýning læt upp kl. 19.30 við hondgjørdum lutum eftir Onnu Djurhuus, konu Janus Djurhuus í Spaniastovu. So nógv fólk hevði leitað sær út í Spaniastovu at síggja og hoyra um áhugaverdu lutirnar, sum eru um 100 ár, at fleiri stólar máttu setast inn.


Sungin varð felagssangur, Føroyar mítt land, og eisini Kúrir tú lítil, ið báðir eru eftir Janus Djuurhus, meðan Jógvan Waagstein hevur gjørt løgini.
 
Jákup á Fløtti, sum hevur havt klæðini í varðveitslu, greiddi frá kennskapi og vinarlagi millum mammu sína og Onnu og hví klæðini vóru komin í teirra hús.
 
Síðani greiddi Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari frá um Onnu Djurhuus við støði í greinum og ritum, sum m.a. Hanus Kamban hevur skrivað.
 
At enda greiddi Paulina Eliasen frá handverkinum handan pløggini og at hetta var serstakt og serliga væl frágingið handverk.

 

Sí fleiri myndir frá framsýningini við at trýsta HER


 
Sum sagt var Spaniastova meir enn fullsett og var áhugin fyri framsýningini og frásagnunum stórur. Framsýningin er opin hósdagin og fríggjadagin afturat í Torravikuni