Forvitnislig kórvitjan

Fuglafjarðar sangkór fær vitjan av Midnattskören úr Lund í hesi vikuni

Fjør vár var Fuglafjarðar sangkór á konsertferð í Norður-jyllandi, Svøríki og Keypmannahavn. Kórið vitjaði í Lund og var gestur hja Midnattskören í hesum býi. Kórleiðari er Gösta Petersen, sum er ein sera fjøllbroyttur kórleiðari - er góður harmonikuspælari, og hetta ljóðførið nýtir hann nógv, tá ið hann leiðir kórið. Kórið syngur svenskan kórsang, fjølbroyttan fólkatónleik úr ymsum heraðshornum, men hevur eisini kirkju- og norðurlendskan kórtónleik við á skránni. Gösta Petersen er eisini tónaskald, og fara vit eisini at hoyra løg, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Midnattskören kemur týsdagin 27. mai og fer avstað aftur mánadagin 1. juni.
Mikukvøldið 28. mai kl. 20:00 hevur kórið konsert í Eiðis kirkju.
Hósdagin 29. mai kl. 16:00 - Kristihimmalsferðardagur, skuldi kórið hava konsert í Norðurlandahúsinum, men vegna verkfallið, verður konsertin flutt í annað høli í Havnini og verður lýst um hetta í Útvarpinum og bløðunum.
Fríggjadagin 30. mai kl. 20:00 fara Midnattskören og Fuglafjarðar sangkór at hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Leygardagin 31. mai kl. 19:00 hevur kórið konsert í Kristjanskirkjuni í Klaksvík.