Skráin fyri bátastevnuna í Vestmanna byrjar longu hósdagin hin 15. mai klokkan 19, tá Petur Steingrund, fiskifrøðingur, fer at halda fyrilestur á Fiskivinnuskúlanum um makrel og tosk.
Seinnapartin henda dagin verður matsøla í Hvonn-tjaldinum, og her verður opið frá klokkan 17 seinnapartin til midnátt.
Fríggjadagin 16. mai, sum er dýri biðidagur, verður gudstænasta í Vestmanna kirkju klokkan 11, og tá gudstænastan er liðug, letur matsølan í Hvonn-tjaldinum upp.
Klokkan 16 seinnapartin fríggjadagin letur tivoli upp, og her verða hoppiborgir og ymiskt annað.
Í Tofta-tjaldinum verður Bassa-tiltak, og høvi verður at rógva í tunnubátum í kaihylinum.
Eitt annað forvitnisligt tiltak, sum verður á skránni henda dagin, er, at Heidi Petersen klokkan 16 letur upp málningaframsýning í Seglhúsinum.
Hon er ófør at mála, og hugflogið er stórt. Heidi fer at sýna fram fleiri ymiskar málningar, sum hon hevur greitt úr hondum.
Klokkan 19 verður ævintýraferð, gyklari og Anthony & Jasmin frá X-Faktor í Hvonn-tjaldinum.
Seinni fríggjakvøldið verður tjaldið eisini karmur um konsert við Grandma’s Basement - og uppaftur seinni frá klokkan 23 til klokkan 01 fara Shamrock at spæla írskan fólkatónleik í Hvonn-tjaldinum.
Leygardagin 17. mai er veruligi bátastevnudagurin, tá bátarnir eisini fara at sigla av Fútakletti og inn á Vestmanna, og hetta fer in.fo at venda aftur til í aðrari grein seinni í kvøld.