Tónleikafagnaðurin Summartónar heldur fram og hósdagin er konsert í Mullers Pakkhúsi klokkan 16:00 við Marselis Kvartettini. Fleiri verk eru á skránni, og eisini frumframførslur eru á skránni av verki eftir Edvard N. Debess og av verkinum Færgen på Taken – och andre minnesbilder från Farøerna, sum er verk eftir Ramon Anthin.
Í Fríðrikskirkjuni á Toftum er konsert klokkan 20 við Rebeccu Persson (sopran) og Birgittu Schnakenburg (klaver).
Ungmannafelagshúsið Virkið á Sandi er klokkan 20 karmur um tiltak við Carmen Flamenco, sum hava hugtikið kring oyggjarnar nú í nakrar dagar við dansi og tónleiki.
Klokkan 19:30 hósdagin er konsert í Norðurlandahúsinum við Tarira. Sunleif Rasmussen er kórleiðari.
Eisini Aldubáran er við á konsertini og Bernharður Wilkinson stjórnar. Aldubáran og Tarira hava eisini felags framførslu á konsertini av verki eftir Kára Bæk.
Sjónleikarhúsið er karmur um konsert klokkan 22:30. Tá leikar Athene Kvartettin og eisini fer Tjant, við Heðin Z. Davidsen á odda, á pallin. Á kránni er tónleikur eftir H. Z. Davidsen.
Men síðani fara bæði Tjant og Athene Kvartettin á pallin og hetta er session við Heðin Z Davidsen. Umframt Heðin, so eru Bjarki Meitil, bass, og Rógvi á Rógvu, trummur, við í Tjant.