Forvitnisligt tiltak fyri eldri í Leirvík mikukvøldið

Í eldraráðnum í Nánd vóna tey at síggja nógv fólk til tiltakið í Bowlinghøllini mikukvøldið komandi.

 

Eldraráðið í Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, bjóðar leirvíkingum til kunnandi økisfund um trivna hjá tilkomnum.

 

 - Tiltakið verður í Bowlinghøllini í Leirvík mikukvøldið hin 24. januar, og lagt verður fyri klokkan 19. Málbólkurin er 60 pluss og onnur áhugað, sum tikið verður til.

 

Ein forvitnislig skrá er løgd fyri tiltakið, og tað verður Steintóra Nesá í Nánd, sum fer at bjóða vælkomin. Síðan fer Ingrid Henriksen at greiða frá lógum um heimahjálp.

 

Klokkan 19.25 fer Mai-Britt Winther Hentze at greiða frá um Vitjanartænastuna, og her verður høvi at seta spurningar og kjakast um tænastuna.

 

Ein kaffisteðgur verður klokkan 20, og tá fæst eisini smyrjibrreyð og køkur. Eftir steðgin, fer Fríða Petersen, ergoterapeutur, at greiða frá um rørslu fyri tilkomin.

 

Leiðarin í Nánd, Poula R. Petersen, fer at enda at hugleiða um eldraøkið.

 

Tá kvøldið nærkast endanum, verður tikið saman um, og í eldraráðnum í Nánd vóna tey, at síggja nógv fólk til tiltakið í Bowlinghøllini mikukvøldið komandi.