Tey smáu gjørdu stór eygu, tá onkur av teimum størru var so djarvur at taka ein yvirvaksnan krabba upp úr einum av mongu kørunum við fiski og sjódjórum, sum vóru sett upp á Stongunum í Klaksvík.
Børnini við
Allan leygardagin hingu børnini við nøsini tætt niður móti sjónum í kørunum við løgnu verunum. Spurningarnir flugu gjøgnum luftina, og tey vaksnu vóru fús at svara, sum frægast.
Sum fiskimálaráðharrin Bjørn Kalsø nevndi í setanarrøðuni, var tað stuttligt at síggja, hvussu væl tað er eydnast á Sjómannadegnum at hava børnini við í tí, tey vaksnu takast við.
Børnini høvdu longu havt sína egnu fiskikapping fríggjakvøldið, og leygardagin sluppu tey aftur upp í leikin. Um middagsleitið fóru menn úr grindafelagnum nevniliga at skera upp tveir grindahvalir, meðan teir greiddu frá, hvussu hetta eigur at gerast, og hvussu tað ymska á grindhvali eitur.