Írska tjóðartingið hevur fyri fyrstu ferð samtykt at loyva fosturtøka, hóast samtyktin bara er galdandi, har heilt serligar umstøður gera seg galdandi. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Samtyktin í írska tjóðartinginum kemur, eftir at harðligt orðaskiftið hevur verið um málið í tí sera strangt katólska landinum, og kravgongur hava verið bæði fyri og ímóti lógarbroytingini.
Orðaskiftið í tjóðartinginum vardi til seint í nátt, og samtyktin sigur, at fosturtøka skal vera lóglig, um vandi er fyri lívinum hjá kvinnuni, sum gongur við barninum.
Hetta er eisini galdandi, um vandi er fyri, at kvinnan kann taka sítt egna lív, verður henni noktað at fáa fosturtøku.