Fosturtøkutabu

Tað er gleðiligt, at vit kunnu tjakast um viðurskifti, sum hava týdning fyri okkara samfelag. Ja, eg vil fara so langt sum at siga, at tá vit megna at tjakast um viðurskifti sum vit eru sera ósamd um, so er hetta eitt tekin um, at vit hava eitt betri og sterkari samfelag. Væl at merkja - um tjakið er virðiligt. Eg vil tí fegin geva mítt íkast til tjakið.

 

Í innslagnum hjá KVF, sum snúði seg um forsturtøku, hefti eg meg við, at journalisturin - í túninum, úti í Tinganesi - spurdi eina kvinnu frá Havnar Kvinnufelag: “Hevur barnið ikki rættindi eisini?” Kvinnan svaraði: “jú, barnið hevur rættindi, men tað er kvinnan, sum hevur rættin til egið lív og egnan kropp.” Hhmmmm…? Hatta var ein setningur sum ikki hekk saman” hugsaði eg.

 

Men tað gjørdi journalisturin hjá KVF ikki. Hon fór bara víðari til næsta spurning, og eg sat eftir við kensluni av at hetta var eitt tabu, og at best var at sleppa sær víðari.

 

Seinni var Helena Dam á Nestabø í studio. Evnið var “Kjak um fosturtøku”.  Nakað inni í sendingini segði Helena, at ein orsøk til at vit ikki megna so væl at tjakast í Føroyum, er, at tað eru nógv fólk sum byggja síni sjónarmið uppá trúgv. ”Hvat meinar hon við?” hugsaði eg. Um journalisturin hjá KVF hevði spurt hana tað, høvdu vit kanska vita hvat hon meinti. Var tað at fólk við trúgv bara hava meiningar og eingin argument – at tað eru tey sum tabuisera fosturtøku?

 

Eg havi hug at spyrja: “Hvat er tað sum er tabu? … og fyri hvønn?”. Tað sum eg upplivdi í hesi sendingini, var, at spurningurin um rættindi hjá kvinnuni og hjá barninum bleiv tabuisera. Eg upplivdi at tosað varð við tveimum tungum: “Tað skal ikki vera eitt tabu, men vit vilja ikki fara inn í spurningarnar.”

 

Rættindini hjá kvinnuni og hjá fostrinum er ein legitimur spurningur, haldi eg. Úr hesum spurninginum spretta nógvir aðrir spurningar. So sum:

 

Hví tosar man yvirhøvur um mannarættindi?

 

Hvat meina fólk við tá tey siga frí fosturtøka?

 

Hvat um ein kvinna, sum er við barn, ikki kann ella vil vera mamma?

 

Hví tosar man yvirhøvur um at avmarka rættin til forsturtøku?

 

Hevur nakað menniskja betri rætt enn nakað annað?

 

Eru kvinnan og fostrið sama menniskja?

 

Er eitt fostur eitt menniskja?

 

Nær verður eitt egg til eitt fostur?

 

Nær verður eitt fostur til eitt barn?

 

Nær hevur fostrið/barnið mannarættindi?

 

……osv. osv.

 

Aðalskrivarin í Amnesty Føroyar, sum eg meini var í somu sending, sigur á teirra heimasíðu: “tað er brot á mannarættindasáttmálan hjá ST, við tað at kvinnur í Føroyum ikki hava frítt val tá tað kemur til fosturtøku.” Hetta er sera álvarsligt. Hvør er sáttmálin? Hvussu kann man eftirkanna, um hetta er so? Tað siga tey ikki. Tað haldi eg ikki vera góður tjaksiður.

 

Eg havi tí grava eitt sindur í, hvør sáttmálin er, og hvørja grein tey sipa til. Tað kann ikki vera annað, enn grein 12 í CEDAW sáttmálanum, sum sipa verður til. Hesin snýr seg um rættindi hjá kvinnum til heilsutænastur, og hendan sær soleiðis út:

 

“Article 12

 

1. States Parties shall take all appropriate measures to eliminate discrimination against women in the field of health care in order to ensure, on a basis of equality of men and women, access to health care services, including those related to family planning.

 

2. Notwithstanding the provisions of paragraph I of this article, States Parties shall ensure to women appropriate services in connection with pregnancy, confinement and the post-natal period, granting free services where necessary, as well as adequate nutrition during pregnancy and lactation.”https://www.ohchr.org/en/instruments-mechanisms/instruments/convention-elimination-all-forms-discrimination-against-women

 

 

 

Vit síggja, at í grein 12 í CEDAW-sáttmálanum verður ikki eitt orð nevnt um forsturtøku ella abort. Fyribrigdi “family planning” verður nevnt. Um ein kannar eftir, hvat liggur í at kvinnur skulu hava atgongd til “family planning”, er tað at avgera hvussu nógv børn hon vil hava, og nær hon fær tey, og at hon hevur atgongd til fyribyrgjandi ímóti graviditeti. Ongastaðni í hesum lógartekstinum, finnur tú, at fosturtøka er ein náttúrligur partur av ”family planning”.  

 

Hví heldur Amnesti Føroyar uppá at Føroyar bróta ST-mannarættindasáttmála? Hevur hetta nakað við veruleikan at gera? Hvønn áhuga hevur Amnesti Føroyar í at trýsta føroyingar á henda hátt? Er tað ikki vit her heima, sum skulu avgera hetta? (Um tit vilja lesa allan CEDAW sáttmálan er leinkjan niðriundir.)

 

Hóskvøldið sótu vit og hugdu eftir “O, móðurlandið”. Tað var ikki sørt, at eg var rørd av at hoyra um føroyingarnarnar, sum tordu at “tala Roma midt imod”. Tey stríddist fyri, at vit sjálvi skuldu taka avgerðir og ráða her á klettunum. Tað haldi eg, at vit skulu halda fram við. Vit skulu tora at taka tjakið - á ein virðiligan hátt - her heima hjá okkum sjálvum. 

 

Virðiligt tjak! Megna vit tað? Megna vit at skifta orð um hesar spurningar uppá ein virðiligan máta? Tað sakni eg at hoyra. Tað sum vit ofta hava upplivað í hesum tjakinum, minnir eitt sindur um kríggið á Vestfrontinum undir 1. Heimsbardaga.

 

Skotgravir, píkatráður og byrsur - báðar vegir. Eg vildi ynskt at vit megnaðu at tosa um sárbæru støðuna, sum kvinnan er í, tá hon er við barn og ikki kann ella vil verða mamma, ella tá fostrið er sjúkt, og helst ikki hevur lív lagað.

 

At tosa um alt hetta  við virðing fyri fostrinum sum er á veg, og sum - um náttúran ikki verður órógvað -  eftir nakrar mánaðir verður eitt menniskja. Tað er ikki vist at vit koma fram til svar sum kunnu høggast í stein, men um vit kundu viðurkent, at hetta eru sera samansettir og margfaldir spurningar, vóru vit komin longri á leið.