Fosturvatnskanningar ? hvat vilja vit?

-Eg elski at vera mongol, tí teir eru so fittir. Eg havi nógvar góðar vinir, sum eisini eru mongolar, t.d. Eyðstein og Øssur. Vit eru bestu vinir, segði ein glaður Elvin Weihe, sum sjálvur hevur Down´s Syndrom, tá hann var við í pallborðinum, sum Javna skipaði fyri mánakvøldið. Sosialurin var við til fundin

Eydna Skaale
??????????????

Mánakvøldið 15. mars setti felagið Javni hol á orðaskiftið um fosturvatnskanningarnar, sum nú verða bodnar øllum kvinnum. Á Hotel Hafnia varð pallborðsfundur og orðaskifti um málið. Við pallborðið sótu Hans Pauli Strøm, landstýrismaður, Pál Weihe, lækni, Elvin Weihe, sum sjálvur hevur Down's Syndrom og Anna Maria Joensen, sum eigur eina dóttur við Down's Syndrom. Felagið reisti serliga tríggjar spurningar:

-Kunnu vit forða fosturvatnskanningum?
-Skal nakað mark setast í málinum?
-Um ja, hvar skal markið tá setast?
Málið í stuttum
Í Danmark kom í 1994 ein leiðbeining til allar læknar, sum virka undir danska "sundhedstyrelsen". Í hesi leiðbeining stendur, at allar kvinnur, ið eru 35 ár og eldri skulu fáa tilboð um fosturvatnskanning, um tær gerast við barn. Hetta verður gjørt fyri at kanna, um fostrið hevur ávís brek, t.d. um tað hevur Downs Syndrom (mongolismu).
Kanningin verður gjørd á tann hátt, at farið verður inn í lívmóðurina við eini nál, og so verður roynd tikin av fosturvatninum. Kyknurnar verða so dyrkaðar í eina tíð, inntil arvaanleggið sæst. Hetta er ikki heilt vandaleyst, tí møguleiki er fyri, at fostrið fær skaða ella doyr.
At tað bert hava verið kvinnur yvir 35, ið hava fingið tilboð um kanningina er tí, at møguleikin fyri at fostrinum bagir nakað veksur við árunum.
Men nú er so ein broyting komin. Í fjør kom út ein teknisk rapport, gjørd av eini serfrøðinganevnd í Danmark, har mælt verður til at endurskoða leiðbeiningina frá 1994. Nú skal tað standa øllum kvinnum í boði at taka fosturvatnsroyndina, soleiðis, at allar kvinnur fáa møguleika at vita um nakað óvanligt er við barninum, tær bera. Hetta gevur teimum so møguleika at velja fosturtøku, um tær ikki halda seg megna eitt brekað barn, ella at fyrireika seg uppá eitt lív við einum brekaðum barnið.
Endamálið við lógini er ikki at avtaka tey brekaðu, men heldur at kunna kvinnuna um møguleikarnar sum fyriliggja. Dentur verður lagdur á, at tað er kvinnan sjálv, sum skal taka avgerðina hvørt fosturvatnskanningin skal gerast ella ikki. Hon skal hava allar neyðugar og viðkomandi upplýsningar, soleiðis at hon seinni ikki skal angra avgerðina.
Javni mótmælir
Men føroyska felagið fyri fólk við breki og avvarandi hjá hesum, heldur ikki, at henda lógin er serliga góð.
? Vit eru ikki ímóti fosturtøku sum so, men vit eru ímóti, at tað frá samfelagsins síðu er í lagið at taka fostrini, sum hava brek. Tá verður gjørdur munur á, hvørji lív hava virði og hvørji ikki hava. Vit halda, at lívið hjá einum brekaðum barni hevur eins stórt virði, sum lívið hjá einum normalum barni. Hóast vit tosa um tvey ógvuliga ymsik lív, so er virðið á lívunum tað sama. Tí halda vit ikki, at fosturdiagnostikkur er haldgóð grundgeving fyri fosturtøku, sigur Óli Wolles, sum var orðstýrari á fundinum.
Hevur mítt barn so ikki rætt at liva?
Anna Maria Joensen, sum sat við pallborðið, var samd við Óla í hesum.
? Hvat billa tey sær inn, at siga, at dóttir mín ikki er nóg góð at liva. Hon er ein gáva, og tað er ikki ein einasti dagur, har eg hevði ynskt mær hana at verið øðrvísi, enn hon er, segði hon m.a. Hon var 21 ár, tá hon átti dóttrina Jonu, ið er mongol.
? Eg skal ikki mála tað ljósareytt at fáa eitt brekað barn, tí tað er hart. Allir dreymar og allir tankar, sum tú hevur gjørt tær meðan tú hevur gingið við barninum, fara í vaskið. Men so lærir tú at liva við tí. Tú lærir at hugsa øðrvísið um tingini. Óansæð um barnið er brekað, so er tað framvegis eitt lítið barn, sum hevur brúk fyri mær. Eg trúgvi, at har Gud steingir eina hurð, letur Hann eitt vindeygað upp. Sjálvt um lívið gerst øðrvísi enn tú av fyrstan tíð hugsaði tær, nýtist tað ikki neyðvendigvís at gerast verri, sigur Anna Maria.
Hon heldur ikki, at fosturvatnskanningarnar fara at gera valið hjá ungum mammum lættari, tvørturímóti. Hon vísir á, at tað eru nógvar kvinnur, sum í dag hava tørv á sálarligari hjálp, tí tær hava valt at fáa fosturtøku. Og velja tær at hava barnið, sjálvt um brek er staðfest, so verða tað nakrir langir mánar at ganga við búki, fullir av ótta og stúran.
? Eg má siga fyri meg, at eg eri ógvuliga glað um, at eg ikki visti um brekið hjá Jonu. Tað hevði gjørt alt nógv truplari, sigur hon.
Verjið korallrivini
Anna Maria fíltist á grundgevingarnar fyri at taka brekað børn úr móðurlívi.
? Familjan skal ikki hava óneyðugt stríð, siga tey. Men hvat er óneyðugt stríð og hvør kann verja seg fyri tí? Hvat um barnið gerst heilaskatt undir føðingini ella seinni í lívinum verður yvirkoyrt og fær brek av tí?
Hon staðfestir, at tað eru so mong, sum eru verri fyri enn hon, hóast hon hevur eina gentu, sum er mongol.
? Tað eru so nógvar sjúkur til, sum gera lívið svárt og tungt. Eg havi í øllum førum altíð mína lítlu, glaðu sólstrálu at gera meg glaða.
Hon fílist á, at so nógv verður sett í verk fyri at verja alt millum himmal og jørð, men at so lítið verður gjørt fyri at verja tey brekaðu.
? Verjið korallrivini, verjið náttúruna.. Hví hugsar eingin um at verja lívið á børnunum? Á dóttir míni og hennara líkum? Tað kundi verið so lætt at sett samfelagslig tiltøk í verk, fyri at bøtt um støðuna. Hetta hevði uttan iva gjørt tað lættari hjá ungum mammum at havt brekað børn, segði hon.
Eg elski at vera mongol!
Á fundinum vórðu bæði fyrimunir og vansar við fosturvatnskanningini nevndir. Men ein, ið ikki helt málið verða so innviklað, sum tað varð gjørt til, var 23 ára gamli Elvin Weihe, sum er mongol. Hann sat eisini við pallborðið, og hevði ein ógvuliga greiðan boðskap.
? At vera mongol er bæði gott og ringt. Onkuntíð er tað keðiligt, tí smádreingir kalla meg mongol. Men so sigi eg við teir, at teir vita ikki hvat tað er, greiddi Elvin frá.
Hann segði frá um frítíðarítriv, m.a. at honum dámar væl ítrótt og at hann elskar at svimja. Hann býr á einum sambýli og hevur akkurát verið í praktikk.
? Eg elski at vera mongol, tí teir eru so fittir. Eg havi nógvar góðar vinir, sum eisini eru mongolar, t.d. Eyðstein og Øssur. Vit eru bestu vinir, segði hann glaður.
Hann hevur stórar framtíðarætlanir, m.a. ætlar hann sær at flyta til Havnar, og arbeiða á onkrum vardum verkstaði.
? Nú ætla tey at fjerna okkum. Hví skulu tey tað? Eg haldi, at tað er óneyðugt at fjerna mongolar, segði hann. ? Og hví skulu tey bestemma yvir okkum?
Hann endaði innleggið við at siga sína innastu meining um tey, ið hava gjørt lógaruppskotið, og sum ætla at tálma talið av fólki við breki.
? Eg haldi, tey eru langt úti, um tey fara at fjerna okkum, staðfesti hann, áðrenn lógvabrestirnir skolaðu móti honum.