Fótbóltsgalla 2022: Ársins spælarar skulu veljast

Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla 2022. Tiltakið verður hósdagin 10. novembur

Hóskvøldið 10. novembur verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Tað verður á Hotel Hafnia klokkan 20 og sent beinleiðis á FM1

 

Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Tey tilnevndu verða kunngjørd á In.fo í kvøld og í morgin, mikudagin.

 

Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama

 

Tað verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.

 

Í bólkinum ársins ungi spælari stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum skal ársins ungi spælari hava U19-aldur, meðan tað hjá monnunum er U21-aldur.

 

Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá kvinnum og monnum. Tað verður valt til hvørja kapping. Í ár hevur manslandsliðið spælt Nations League, meðan kvinnurnar hava rundað EM-undankapping.

 

Ársins lið

 

Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.

 

Áleypari ella miðvallari?

 

Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, verður tað loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum.

 

Hjá monnunum telja framrættaðir miðvallarar sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen, Sølvi Vatnhamar og Árni Frederiksberg verða bólkaðir sum miðvallarar. Eftir fyrispurningar frá í fjør er tað broytt hjá kvinnunum, so vengur og framrættaðir miðvallarar verða taldir sum áleyparar.

 

Kunngera atkvøðurnar

 

Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Best Player og Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.

 

Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum..

 

Velja 1, 2 og 3

 

Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði.

 

Finnast skal:

 

Ársins spælari

 

Ársins ungi spælari

 

Ársins málverji

 

Ársins verjuspælari

 

Ársins miðvallari

 

Ársins áleypari

 

Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum og monnum

 

Ársins venjari

 

Ársins dómari

 

Ársins lið

 

##ms##