Fótbóltskapping á ovastevnu

Á ovastevnu verður forkunnug fótbóltskapping millum heilsufótbóltslið í kommununi.

Á ovastevnu verður forkunnug fótbóltskapping millum heilsufótbóltsliðini í kommuni. Kappingin verður skipað soleiðis, at liðini verða býtt í tveir bólkar.

 

Byrjað verður leygardagin 15. august klokkan 10.15, og endað verður við finalu klokkan 14.30.

 

Dystirnir verða leiktir á snotuliga graslíkisvøllinum, sum liggur í náttúruvøkrum øki á lægsta punkti í Nólsoy.

 

Liðini, sum hava teknað luttøku til kappingina, eru B36, FC Trón Pink, FC Trón Grá, AB, HB og Nólsoy.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at innleiðandi umfarið helst verður liðugt klokkan 13.10, og vinnandi liðið fær steyp til minnis um avrikið.

 

- Vit skulu heilsa úr Nólsoy og siga, at einki atgongugjald verður kravt, so her verður nógvur undirhaldsfótbóltur at síggja - fyri ongar pengar, siga nólsoyingar.