Panelið: KÍ vil hava dyst fluttan til mánakvøldið - AB sigur Nei (FM1)

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum vóru formennirnir í KÍ og AB og tveir fótbóltsviðmerkjarar

##med2##

 

Fótbóltspanelið sum Tróndur Arge reikaði fyri á FM1 í dag fekk eina brádliga vend móti endanum. Høvuðsgestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo, og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. Jákup og Teitur umrøddu evropeisku avrikini hjá KÍ og B36 og umfarið, ið skal leikast í Betrideildini hetta vikuskiftið. Jákup Ósá heldur ikki, at KÍ avrikaði optimalt og tók ikki av einum gyltum møguleika at koma í Play Off umfarið í Europa Conference League.

 

Sunnudagin klokkan 16 sigur Tróndur beinleiðis frá dystinum í Sørvági millum 07 Vestur og B68. 

 

Móti endanum av fótbóltspanelinum komu tíðindini, at KÍ ynskir at fáa dystin, ið eftir ætlan skal leikast móti AB úti í Vika á Argjum, sunnudagin klokkan 15 til mánakvøldið. KÍ tvíheldur, at fýra dagar eiga at ganga millum dystir. KÍ leikti strævnan dyst Í Europa Conference League móti Ballkani, ið fór til longda leiktíð. Tí heldur KÍ, at tað er óforsvarligt hjá KÍ at leika aftur minni enn trý samdøgur aftaná dysturin móti Ballkani var spældur. 

 

Teitur Joensen heldur, at KÍ-leikararnir hava verið likamliga somikið belastaðir av harða dystinum móti Ballkani, at tað rætta var, at dysturin millum AB og KÍ var fluttur til mánakvøldið. 

 

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig var beinleiðis ígjøgnum fyri at útgreina hesi sjónarmiðini hjá KÍ. Eina løtu seinni hevði FM1 formannin hjá AB, Marius Thomassen ígjøgnum beinleiðis, og hann staðfestir, at tað órógvar illa hjá AB-leikarunum og hjá felagnum í síni heild at skula flyta dystin til mánakvøldið. Leikararnir mugu fáa tíðliga frí frá arbeiðsgevarunum mánadagin, og nógv sjálvboðin hjálparfólk mugu eisini til at fáa ein Betrideildardyst gjøgnumførdan úti í Vika á Argjum. Marius heldur, at tað eigur ikki at ganga út yvir tey smærru liðini, at tey fremru feløgini kappast í Evropa. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

HER ber til at lesa um skrivið KÍ hevur sent til FSF viðvíkjandi ynskinum um at fáa dystin millum AB og KÍ fluttan til mánakvøldið. 

 

 

 

 

 

Fótbóltspanelið: Gestir: Jákup Ósá, Teitur Joensen, Tummas Lervig og Marius Thomassen

Fótbóltspanelið: Gestir: Jákup Ósá, Teitur Joensen, Tummas Lervig og Marius Thomassen