Frá 14. plássi til niðurflyting

Tað er ikki ofta vit síggja eitt lið flyta heili fýra pláss skeiva vegin í einari deild. Hetta gjørdist tó beiski veruleikin hjá italska felagnum Chievo um vikuskiftið. Heldur óheppið var hetta á seinasta leikdegi, og enn óhepnari kostaði hetta teimum eina kvittan uppá eina niðurflyting.

Undan seinasta umfarinum lógu teir nummar 14, og teimum var so gott sum tryggjað pláss í deildini komandi kappingarár. Men eitt tap í botnuppgerðini ímóti Catania, sumstundis við at botnliðini Parma, Reggina og Siena vunnu teirra dystir, hevið við sær, at tað var Chievo, ið endaði við at sita við svartaperi í hondini. Saman við Chievo mugu Ascoli og Messina ganga tungu leiðina niður í Seriu B.