Frá aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum til nevndarlim í sparikassa

Fyrrverandi aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Petur Alberg Lamhauge, er nú blivin nevndarlimur í Norðoya Sparikassa.

Tað hendi á umboðsráðsfundi hjá Norðoya Sparikassa á Klaksvíkar Sjómansheimi í gjár.

Tá skuldi nýggir nevndarlimir veljast og fyri vali stóðu John P. Danielsen og Erling Petersen.

Erling Petersen, sum hevur verið nevndarlimur seinastu 12 árini, tók ikki við afturvali.

Hinvegin varð John P. Danielsen afturvaldur og samstundis var Petur Alberg Lamhauge valdur sum nýggjur nevndarlimur.

Petur Alberg Lamhauge er 62 ára gamal og býr í Hoyvík, Hann er cand. merc. og er ráðgevari í landsfyrisitingini.

Petur Alberg Lamhauge, var aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum frá 1997 til 2011. Umframt hetta hevur hann royndir sum grannskoðari og stjóri í almennu fyrisitingini.

Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur skipað seg soleiðis, at John P. Danielsen, er formaður, Jóannes Hansen er næstformaður.

Í nevndini sita annars Jóhanna á Tjaldrafløtti, Kristian Martin Rasmussen, Karl Heri Joensen og Petur Alberg Lamhauge.

Starvsfólkið hevur eisini trý umboð í nevndini og tey eru Julianna Thomsen, Guðrið L. Olsen og Tummas Martin Sólsker