Fríða Matras Brekku í Steinprenti

Seyðirnir koma. Framsýningin letur upp leygardagin.

Fríða Matras Brekku er roynd  í arbeiðinum í Steinprenti, har hon í mong ár hevur arbeitt saman við manni sínum.

Nú sýnir hon sjálv fram í Steinprenti, og sýningin hevur heitið " Seyðirnir koma". Sýninign letur upp leygardagin.

 

 

Kinna Poulsen skrivar m.a. soleiðis á www.listaportal.com :

Um hugsað verður um hvussu nógv seyður og seyðahald fyllir í okkara mentan, er tað í grundini løgið hvussu lítið okkara ferføttu sambúgvar her á landi hava fyllt í okkara myndlist. At hetta nú er broytt, sæst á framsýningini við prentum og vatnlitamyndum hjá Fríðu Matras Brekku, sum letur upp leygardagin 19. november. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá henni í egnum gallaríi í framsýningarhølunum undir grafiska verkstaðnum, men ikki er talan um nakran nýbyrjara á listaøkinum. Fríða Matras Brekku er tvørturímóti sera roynd, hon hevur í nógv ár arbeitt saman við manninum við grafiskum prenti í Steinprenti, men hon hevur harumframt eisini verið listakvinna í mong ár og hevur tikið lut á framsýningum bæði uttanlands og í Føroyum.

Myndirnar hjá Fríðu líkjast frá aðrari føroyskari samtíðarlist og bera myndevnisliga frá ekspressivu hevdini her heima. Í mun til ógvusligar myndatulkingar av brimi og ódn, halda hesar myndirnar hjá Fríðu Matras Brekku ikki nógvan gang, tær hava eitt heldur stillisligt brá.

Landslagslist er vanliga horisontal og frásagnarlig, landslagsmyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru vertikalar og so stillar, at vit næstan kunnu tosa um eitt slag av non-action og anti-drama í teimum. Í eini mynd av Nólsoynni fyllir landslagið bara ein sættapart av myndaflatuni, restin er eitt stórt himmalhválv, sum er lýst við fáum og smáum brøgdum, ið hava stórt árin. Tað er eins og noyðir tann stóri at síggja til tómi flatin áskoðaran at stilla eyguni fínliga inn alt meðan tú mást tola at vera tikin av fótum av øllum tómleikanum.

Kelda: www.listaportal.com 

 

Framsýning letur upp leygardagin 19. nov. Kl 15-17