Tá ið Malan Marnersdóttir sum smágenta trúliga blaðaði í Anders And bløðum, hugsaði hon neyvan um, at hon skuldi enda sum professari á lærda háskúlanum í Føroyum.
Men mikudagin verður hon alment tilnevnd til professara á Fróðskaparsetri Føroya, eftir at hon hevur starvast har í fleiri enn 20 ár. 52 ára Malan Marnersdóttir er við at røkka tindinum.
Hon er kvinna í einum vísindaheimi, har menn eru í meiriluta, hon er ógvuliga arbeiðssom og framsøkin, og í hálvt sætta á hevur hon starvast sum rektari á Fróðskaparsetrinum.
Framsøkin
Úr øðrum real í Studentaskúla. Matematiskt studentsprógv 1971. Cand Mag í norðurlendskum og fronskum 1979. Undirvísingarroyndir í Hoydølum og á Johann Wolfgang Goethe Universitetinum í Frankfurt. Adjunktur, lektari og seinni rektari á Fróðskaparsetrinum. Frá komandi mikudegnum kann hon kalla seg fyri professara á setrinum.
Orðið framsøkin tykist lýsa 52 ára gomlu Maluna Marnersdóttir væl.
-Orðið framsøkin hevur ofta eina negativa merking, men jú tú kanst kalla meg framsøkna. Eg havi altíð roynt at arbeiða miðvíst ímóti góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkir málinum, greiðir hon frá.
Elskar at lesa
Lesnaður hevur frá barnsbeini hugtikið Maluna Marnersdóttir. Sum smágenta las hon trúliga Anders And. Við tíðini er lesnaðurin blivin tyngri, og tað mugu verða fáar heimsbókmentir, ið hon ikki hevur kagað í.
-Eg lesi allar møguligar bókmentir og úr øllum herðashornum. Eg lesi eisini bæði føroysk og donsk bløð. Eg fylgi við í tíðindum, men eg hvørki hyggi ella lurti eftir hvørjari tíðindasending. Mær dámar væl at hyggja at mentanarreportasjum og ganga til sjónleik, greiðir Malan Marnersdóttir frá. Tá hon er stødd uttanlands nýtir hon høvið til at ganga á ymiskum listasøvnum, og hóast hon sigur seg ikki hava skil fyri tónleiki, dámar hon væl at ganga til operu.
Akademiski heimurin
Í 1983 flutti Malan heim aftur til Føroya at arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tá vóru bert tvær føroyskar kvinnur, ið vóru í vísindaligum starvi. Hóast menn framvegis eru í meiriluta, hvat vísindaligum størvum viðvíkur, leggjast alsamt fleiri kvinnur afturat-bæði úti í heimi og í Føroyum.
Hetta rák fegnast rektarin á Fróðskaparsetri Føroya um.
-Sum kvinna í akademiska heiminum eru ávis ting, tú skalt tola. Tú verður noydd at stríðast eyka fyri at vinna virðing. Eg veit millum annað frá mær sjálvari, at fleiri hava dyggiliga speirikið mítt vísindaliga arbeiði, vísir Malan á. Granskingin hjá Maluni kemur ikki undir "hørðu" vísindaligu greinarnar sum náttúruvísindi og tøknifrøði, men heldur hevur Malan granska í hugvísindafrøði, tvs. bókmentir.
Malan greiðir frá, at virðingin fyri akademikarum í Føroyum er munandi økt seinnu árini.
-Tá eg var ung, kundi tú ikki heilt óskammaður siga, at tú vart akademikari. Hugburðurin var, at akademikarar hildu seg vita betur enn onnur, og tað varð ikki væl dámt. Hesin hugburður er ikki í dag millum føroyingar, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya.
-Eg minnist væl í áttatiárunum, tá vit gjørdu av at seta Magistarafelagið á stovn. Vit royndu at fara varisliga fram. Eg minnist eisini, at vit hugsaðu nógv um, hvat onnur fóru at halda um okkum. Nógv er broytt síðan, og í dag er tað meira vanligt at vera akademikari, fortelur Malan Marnersdóttir.
Føroyskar bókmentir
Fólk innan føroyska bókmentaheimin fýlast javnan á, at alt ov fáar føroyskar skaldsøgur koma út. Í 2000 vardi Malan Marnersdótti doktararitgerð um nútíðar føroyskar skaldsøgur, og hon er als ikki samd í teimum atfinningunum.
-Fyrsta føroyska skaldsøgan varð givin út í 1909, og fram til 1999 komu í alt einar100 skaldsøgur út. Hugsar tú um fólkatalið í Føroyum, haldi eg ikki, at støðan er so ring, sigur hon.
Spurd, hvussu dygdin er á føroyskum skaldsøgum sammett við onnur lond, svarar hon, at støðan í Føroyum minnir nógv um aðrastaðni.
-Vit hava fleiri góðar skaldsøgur, onkrar eru rættiliga góðar, meðan aðrar eru minni góðar. Norðurlandahúsið skipar fyri eini skaldsøgukapping í summar, og heili 28 handrit eru komin inn. Tað verður ógvuliga spennandi at lesa, hvussu góðskan verður á teimum handritunum, greiðir Malan Marnersdóttir frá.
Hvørjir eru okkara fremstu rithøvundar í løtuni?
Mær dámdi ómetaliga væl bókina Rúm hjá Carl Johan Jensen. Hann er ein ógvuliga spennandi rithøvundur, og eg gleði meg til hansara næsta verk. Marjun Kjelnes hevur eisini nakað gott í sær, og hon kann eisini menna seg til ein rættiliga dugnaligan rithøvund. Mær dámar eisini væl Tórodd Poulsen, hóast hann svingar eitt sindur, svarar Malan Marnersdóttir.
Næsta mál
Mikudagin verður Malan Marnersdóttir alment tilnevnd proffessari á Fróðskaparsetri Føroya. Alt lívið hevur hon verið framsøkin, og altíð hevur hon leitað eftir nýggjum avbjóðingum. Ein átrokandi spurningur er tí, hvørji mál eru næst á dagskránni hjá Maluni Marnersdóttir?
-Dóttir mín spurdi meg nú ein dagin sama spurning. Eg skal nú fyrst og fremst royna meg sum proffesara. Tað arbeiðið inniheldur fleiri nýggj økið, sum eg eri noydd at tillaga meg til. Uppgávan verður at røkja tað arbeiðið so gott sum yvirhøvur gjørligt. Eftir tað er tíðin kanska komin til at verða fyrrverandi..., svarar Malan Marnersdóttir skemtandi at enda..
Fakta:
Navn: Malan Marnersdóttir
Fødd: 25. januar 1952 í Klaksvík
Foreldur: Marner og Anna Simonsen
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Cand Mag í Norðurlendskum og fronskum 1979, Licentiat ritgerð 1986, Dr. phil í 2000. Professari frá 2004
Starvsroyndir: Undirvíst í Hoydølum 1979-81 og Johan Wolfgang Goethe Universitetinum í Frankfurt 1981-83. Adjunktur 1983-86, lektari 1986-apríl 2004, og seinni rektari á Fróðskaparsetri Føroya 1998-.