Fyri fimtu ferð skipar mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu fyri torradøgum. Hetta er ein mentanarvika við mentan í breiðari merking.
Svimjihøllin hevur ymisk tiltøk, framsýning letur upp í morgin á Húsarhaldsskúla Føroya, fyrilestur á Bókasavninum um týdningin av at hava Íverksetarahús, Dragin hevur opið skip mikudagin, og mikukvøldið fr Alberrt Isfeld, arkitektur at halda fyrilestur á Bókasavninum týdningin hjá havnaløgum.
Hósvøldið fer Johnny í Grótinum, óløguleiðari í BankNordik í á Bókasavninum at hugleiða um aldurbýti og tørvin á pensjónsskipanum.
A fundi í Spaniastovu hóskvøldið fer Jógvan Ravnsfjall, formaður í gøtunavnanevndini at greiða frá arbeiðinum at geva gøtum í Klaksvík nøvn, og hann leggur upp til orðaskifti um, hvussu býlingsnøvnini kunnu varðveitast.
Upplýsing um ALS
Fyrrapartin fríggjadagin er Húsið opið fyri ungum arbeiðsleysum fólkum, sum Arbeiðsloysisskipanin við hesum tiltakinum vil rætta eina hjálpandi hond.
Greitt verður frá øllum møguleikunum, sum eru í skipanini fyri ung. Avbjóðingin er ikki at missa mótið. Skipanin hevur eitt nú ein lestrarvegleiðara, møguleikar eru fyri at sleppa á skeið o.a.
Fríggjakvøldið hevur danska strúkikvartettin Nightingale String Quartet konsert í Skúlanum við Ósánna, og hetta kvøldið verður eisini sangløta í Betesda.
Leygarmorgunin verður matiné í Christianskirkjuni.
Heilsa
Leygardagin setir Auðunn Konráðsson, formaður í heilsu- og umhvørvisnevndini torra-heilsurenningina í gongd, og tá verður heilsukafé á sjúkrahúsinum. Har verður høvi at máta blóðtrýst, blóðsukur, BMW og gera eina konditest. Fólk kunnu tekna seg tl blóðgevar og eisini ber til at bílegja tíð til lungnafunksjónskanning.
Hugnakvøld
Leygarkvøldið verður hugnakvøld í Skálanum við borðhaldi, felagssangi og onkrum stuttligum hugleiðingum um sjómanslívið.
Aftaná verður farið upp á gólv at kvøða millum annað Vagen og Brótatátt.
Uni, Lív og Tróndur fara leygarkvøldið at spæla frískan blues- og fólkatónleik í Leikalund.
Niðan á Lokkan
Sunnudagin ger Norðoya Gongufelag ein drúgvan gongutúr, og ætlanin er at fara niðan á 754 metra høga lokkan. Um ikki hevur regnað illa dagarnar frammanundan, er ikki so tungt at koma niðan, og omaná er slætt, sigur Dávur Winther. Staðkend fólk verða við.
Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring. ?
Torri
Útróðrarmenn tosa um torrafisk og torraleiðir í hesum døgum, tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. ?- Torradagarnir, sum eru 14. – 20. februar í Klaksvík, er eitt kærkomið tiltak, nú vit eru farin at leingjast eftir várinum og summarinum, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.