Ein maður varð í Føroya Rætti frídømdur fyri at skjóta tveir frensar, sum hann helt vera útløgukattar, men sum vístu seg at vera tveir væl passaðir frensar. Maðurin greiddi frá, at hann í januar 2009 var komin til Føroya at vitja aftur, eftir at hann og konan vórðu flutt til Danmarkar. Tá greiddu synirnir frá trupulleikum av tveimum frensum, sum vóru lagstir inni hjá teimum hvørja ferð høvið beyðst.
Ta ferðina hendi ikki meiri, men tá maðurin og konan aftur komu heim í summarferiu, var sama skilið. Maðurin greiddi frá, at hann einaferð var komin fram at øðrum av frensunum sovandi á høvdinum á tríggjar mánaðar gamla abbasoninum inni í barnavogninum, og tað fekk bikarið at flóta yvir.
Maðurin lánti síðani kettufellurnar frá aktingarmaninum í bygdini, fangaði frensarnar og skjeyt teir.
Eigarin av frensunum ? ein ung genta ? fakk eftir tveimum vikum útav, hvat var hent við hennara frensum. Hon gjørdi so av, at melda mannin við einum endurgjaldskravi á 10.000 krónur.
At talan so ikki var um útløgukattar kom týðiliga fram í Rættinum, serliga av nøkrum kvittanum frá einum djóralækna upp á fleiri túsund krónur. Dómarin hinvegn metti so ikki, at maðurin hevði forbrotið seg og framt herverk, tá hann skjeyt ketturnar.
Maaðurin varð sostatt fríkendur, og hevði sambært dómaranum fullan rætt at skjóta teir báðar frensarnar.