Ein maður 30’unum var í farnu viku fríkendur í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg inn á son og dóttir sína.
Ákæran var, at maðurin í fyllskapi fyrst hevði roynt at latið dótrina, sum lá og svav, úr, og síðani hevði gjørt seg inn á sonin, sum lá og svav í song foreldranna.
Maðurin noktaði seg sekan í ákærunum. Hann hevði verið hjá einum vinmanni og drukkið og satt at siga, mintist hann ikki so mikið sum, at hann yvirhøvur var farin heim hesa náttina.
Dóttirin varð videoavhoyrd stutt eftir hendingina og avhoyrið bleiv spælt í rættinum. Hon greiddi frá, at ákærdi var komin inn á kamarið og hevði roynt at latið seg úr, men at hon hevði skumpað hann frá sær, og tá var hann farin.
Haðani fór hann inn í sítt egna kamar, har konan og sonurin lógu og svóvu. Løtu seinni vaknar konan og skeldar mannin, tí hon metir, at hann er ónærisligur móti soninum undir dýnuni. Í rættinum noktaði konan tó at úttala seg og geva frágreiðing um málið. Tey, ið standa ákærda nær, hava ikki somu skyldu at vitna, sum onnur vitni.
Við hesum viknaði sakin hjá ákæruvaldinum munandi. Ákæruvaldið helt, at maðurin skuldi fáa 40 daga fongsulsrevsing fyri hendingarnar, men verjin segði, at ákæruvaldið als ikki hevði lyft próvbyrðuna móti manninum og kravdi hann tí frídømdan.
Verjin hjá manninum helt, at frágreiðingin hjá dótrini eisini mátti setast til viks, tí mamman í avhoyri við løgregluna hevði greitt frá, at hon hoyrdi mannin koma beinleiðis í song, og helt ikki, at hann var farin inn á kamarið hjá dótrini. Verjin ivaðist tí í, um dóttirin mundi siga satt ella kanska hevði spunnið sær eina søgu. Drongurin var mettur ov ungur til at avhoyra.
Dómarin varð samdur við verjanum og maðurin, ið síðani hevur verið í rúsdrekkaviðgerð og enn er saman við konuni, bleiv tí fríkendur.