Frá Disneyleiki til føroyskan politikk

Um kvøldarnar spælir hann ein av høvuðsleiklutunum í Beauty and the Beast - størstu uppsetingini í Skandinavia nakrantíð. Um dagin lesur hann stjørnmálafrøði á universitetinum. Klaksvíkingurin Annfinnur Heine­sen livir eina dreyma­tilveru sum sjónleikari í Keypmannahavn, men framtíðar­dreymurin er at koma heim. Heim til Føroyar at seta politiskar leikir á pall

- Hetta er simpelthen fantastiskt. Ein sannur dreymur fyri ein sjónleikara. Ella tú kanst kalla tað heimsins besta studiejobb, smílist 29 ára sjónleikarin Annfinnur Heinesen. Hetta seinasta árið hevur han verið annar av tveimum leikarum sum Cogsworth og Gaston í Disney sangleikinum Beauty and the Beast á Det Ny Teater í Keypmannahavn  samstundis sum hann er í ferð við at útbúgva seg til stjórnmálafrøðing.
Á toppinum  hvørja ferð
Annfinnur kennir seg sera hepnan í løtuni. Hann hevur sjáldan verið í so góðari venjing sum sjónleikari, fær góða løn fyri tað, umframt at hann hevur møguleika at taka enn eina útbúgving  í einum landi, har út við helvtin av øllum sjónleikarum eru arbeiðsleysir.
- Eg arbeiði eisini hart fyri tí, sigur hann og nevnir sum dømi, at á flestum sjónleikarhúsum spæla tey bert 5 sýningar um vikuna í ein mánað ella tveir, meðan Beauty and the Beast hevur verið sýndur 6-8 ferðir um vikuna í eitt heilt ár.
Spurdur, um tað yvirhøvur ber til at hava hjarta við, tá tú spælir ein leiklut so ofta, sigur Annfinnur, at so løgi tað ljóðar, so er tað sum við víni - tað verður betri við tíðini.
- Við nógvu venjingini verður tú tryggari í leiklutinum og fært størri yvirskot til at verða kreativur við smálutum og soleiðis geva tað allarbesta av tær sjálvum hvørja ferð. Hetta eru stórir leiklutir, og har sita fleiri enn 1000 fólk og hyggja, so eg kann snøgt sagt ikki loyva mær ikki at vera á toppinum hvørt kvøld  hvørki móti mær sjálvum, mínum viðleikaraum og allarminst áskoðarnum. Fyri tað, um eg kanska spæli leiklutin fyri 117. ferð, er tað mest sannlíkt fyrstu ferð, áskoðararnir síggja hann. Ein leikari, sum ikki hevur ta virðingina fyri áskoðarnum til hvørja einastu sýning, hevur onki at gera á einum palli.
Sum sjónleikari er stuttligari at spæla Cogsworth, heldur Annfinnur. Ikki bara tí hann sleppur at spæla saman við Preben Kristensen, men serliga tí Cogsworth er ein gjøgnumførdur karakterur, sum skal byggjast upp frá grundini. Leikluturin sum Gaston hevur hinvegin ikki tann heilt stóra boðskapin uppá hjarta, nokkso grunnur ella ein-dimensiónellur, men tekniskt er hann krevjandi koreografiskt og serliga sangliga við fleiri solo-partíum.
- Slíkt krevur, at tú ert í venjing og dugir at brúka tíni amboð. Týdningarmesti lærdómurin í hesum fakinum er, at tú til einhvørja tíð kanst endurtaka teknikkin í ymiskum uppgávum. Hevur tú lært tað, kanst tú í prinsippinum átaka tær einhvønn leiklut, sum tú síðani fyllir út við tær sjálvum.
Trong rók
Tað er týðiligt, at Annfinnur brennur fyri sínum faki. Sjón­leikur hevur verið hansara lív seinastu nógvu árini og er eisini ein týdningarmikil partur av hansara framtíðardreymum. Tí kann tað undra, at Annfinnur við síðuna av sjónleikinum hevur valt at lesa stjørnmálafrøði
Annfinnur flennir.
- Og eg lesi also ikki bara stjórnmálafrøði fyri at hava okkurt meir skilagott at fella aftur á. Eg eri fyrst og fremst sjónleikari, og tað eri eg av nógvum persónligum orsøkum. Mær dámar tað væl, tey siga, at eg dugi tað væl, og líka sum øll onnur havi eg brúk fyri viðurkenning og at verða tikin fyri fult. Í Føroyum er tað framvegis soleiðis, at sigur tú, at tú ert sjónleikari, so biðja fólk teg siga okkurt stuttligt. Tað eru undantøk, treyðugt so, men í stóran mun er sjónleikur í Føroyum beindur á eina ræðuliga tronga rók, sum eitur undirhald. Óviðkomandi og tannleyst - tíverri.
- Eg vil øgiliga gjarna geva mítt íkast til at sjónleikur her heima eisini verður annað og meir. Dreymurin er kanska einaferð at skriva leikir sjálvur, men í øllum førum ímyndi eg mær, at eg onkursvegna kann brúka tankagóðsið frá stjórnmálafrøðini í einum før­oyskum sjónleikahøpi.
Idealisturin
Partur av hesum dreyminum hjá Annfinni er at fáa føroyskan politikk og etiskar spurningar við í leikin. Hann hevur, saman við øðrum, skrivað og spælt nógvar ólavsøku-kabarettir, og mong minnast ivaleyst Annfinnur í leiklutinum sum drotning Margretha á Doktaragrund á Ólavsøku  ein leikur, ið skuldi fáa okkum at rakna úr rúsinum í kjalarvørrinum á nýligu drotningavitjanini.
- Ætlanin við Drotningarøðuni, sum eg skrivaði saman við Allan Dalsgarð, var at vísa tann ofta fullkomiliga absurda hugburðin føroyingar hava til kongshúsið. Eg meini so við, sjálvandi býr okkurt politiskt undir eini drotningavitjan. Allíkavæl uppføra vit føroyingar okkum hvørja ferð, sum at hetta bara er ein fitt eldri dáma, sum kemur á eina hugnaliga vitjan at deila riddarakrossar út og halda røður, sum hon sjálv hevur skrivað&
Fyri nógv var Drotningarøðan fyrst og fremst skemt, og tað var eisini ein partur av ætlanini. Men Anfinnur heldur, at politiskir leikir, eisini av hesum slagi, kunnu verða við til at broyta okkum sum menniskju og í síðsta enda kanska eisini skapa eitt betri samfelag.
- Also, við at vísa okkum sjálvum og øðrum, hvussu vit eru, kann sjónleikur blíva eitt boð uppá, hvussu vit kanska heldur áttu at verið. Tá tað eydnast, trúgvi eg veruliga, at tað ber til at broyta heimin. Eg vil gera leikir, sum fáa okkum at seta spurnartekin við, hví vit eru, sum vit eru, leikir, sum rykkja okkum út úr okkara sjálvrættvísa nøgdsemi, har summi eru inni og onnur úti, sigur Annfinnur.
Hatta ljóðar øgiliga idealist­iskt ...
- Tað er tað eisini. Og eg eri púra greiður yvir, at tað, sum eg geri beint nú fyri at fáa breyð á borðið, hvørki er serliga idealistiskt ella politiskt. Musical er ikki list. Tað er bara gott handverk og gott undirhald, og tað skal eisini til. Ongin orkar at noyðast upp hvønn morgun at broyta heimin, men sum sjónleikari havi eg kanska møguleikan av og á. Spurningurin er so, um eg ikki eisini havi skyldu til at brúka hann.
Ginusøgur á tingi
At brúka hendan møguleikan í Føroyum er ikki bara freistandi, men púra eyðsýnt, tí sambært Annfinni er føroyska samfelagið sum skraddaraseymað til leikir um politiskt ella eldfim evni.
- Vit sóu jú, hvat hendi við Ginusøgum, sigur Annfinnur, sum illa dugir at ímynda sær, at eitt sovorðið evni bleiv tikið upp til alment kjak í Føroyum, um tað ikki var, tí ein sjónleikur hevði sett tað á plakatina.
- Onkrir av landsins kosnu monnum hóttu enntá við at skarva 400.000 av játtani til Leikpall Føroya sum hevnd fyri Ginusøgur, hóast teir ikki høvdu sæð leikin. Ikki, at nakar tók teir fyri fult, men allíkavæl leikurin førkaði heiminum nøkur stig eina løtu, og tað er tað, sum sjónleikur kann, og skal. Beint nú hevði tað til dømis verið upplagt at gjørt ein leik um grotesku handfaringina av útlendingamálunum, og hvussu við rættindunum hjá teimum samkyndu? Menningarhjálpin og allur dupultmoralurin, sum hartil hoyrir, fyri ikki at tala um alt fullveldismálið. Har er nokk at tríva í.
Trupulleikin er ikki, at før­oyingar ikki vilja kjakast um viðkvom evni. Men ein kjak­mentan, sum er kjølfest í einum samfelag, sum ongantíð noyðist at taka evstu ábyrgd fyri sínum avgerðum, fær illa verðið annað enn ilsinnisgleps og persónligt runublakaríð, heldur Annfinnur. Tí hevur leiklistin og list yvir­høvur kanska eina serliga uppgávu at røkja í Føroyum við at skapa neyðugu frástøðuna, so vit fáa sæð og viðgjørt okkum sjálvi í einum størri høpi.
Føroyskar fyrimyndir
Hóast sjónleikur, sum politikst íkast, er nærum ódyrkað lendi í Føroyum, heldur Annfinnur tað hinvegin vera ófatiligt, at føroyska leiklistin er komin so langt, sum hon er. At vit í dag hava ein Tjóðpall, kunnu vit takka nøkrum ótroyttiligum eldsálum, ikki minst í áhuga­feløgunum fyri, sum uttan pengar ella umstøður hava ment eitt sjónleikarumhvørvi, vit øll kunnu vera errin av, sigur Annfinnur og sendir samstundis ein vinarligan tanka til Adelborg Linklett og Edward Fuglø, sum góvu Annfinni hansara fyrsta leiklut í Brøðurnir Leyvuhjarta.
- Tað vóru fólk, sum hesi og seinni tey í Grímu, ið góvu mær íblástur og hug at fara á sjónleikaraskúla. Tey eru framvegis mínar fyrimyndir, og mín dreymur er at koma heim til Føroyar at spæla saman við teimum aftur, sigur Annfinnur, sum eisini er farin at leingjast eftir at sleppa at spæla á føroyskum aftur.
- Tað tók mær tvey ár við ser­undirvísing at bróta tær donsku málsligum forðingarnar. Áðrenn tað, ljóðaði tað bara sum, at eg tosaði danskt, men eg føldi ikki veruliga tað, sum eg spældi. Í dag eri eg takksamur fyri hava lært eitt annað mál so væl, men onki kann samanberast við kensluna, tá klangbotnurin er har beinanvegin, og tú kanst spæla frá hjartanum. Danskurin (Grundtvig) sigur tað jú so gott: Modersmålet er hjertets sprog.
Ómentað Visjón 2015
- Nú fáa vit at síggja um Tjóðpallinum verður lív lagað. Jenny Petersen ger eitt gott arbeiði, men tað er ringt at vinda vatn úr gróti. Vit hava fingið eitt fínt heiti, men enn hevur politiski viljin ikki givið okkum neyðugu fíggjarligu karmarnar, sigur Annfinnur sum fýlist á, at Visjón 2015 bert tykist snúgva seg um kappingarføri og marknaðaratgongd.
- Pengar snara kanska verðini runt, men tað eru onnur virðir sum geva okkum kjølfesti sum føroyingar. Tað andaliga og sosiala tilfeingið skapar okkum sum menniskju og tað kann ikki metast í krónum og oyrum. Í hesum globala meldrinum er tað ikki longur ein sjálvfylgja at vita, hvør man er, og tí mugu vit gera okkum greitt, at eitt lítið land hevur brúk fyri eini sterkari mentan, og so raðfesta hareftir.

BLÁ BÓK
Annfinnur Heinesen
29 ár, búsitandi í Keypmannahavn
Útbúgvin sjónleikari frá Odense Teater í 2001
Leiklutir: Síðani sín fyrsta leiklut sum Jónathan í Brøðurnir Leyvuhjarta í 1995 hevur Annfinnur Heinesen havt eina røð av leiklutum í kabarettum, leikum og sangleikum bæði í Føroyum og Danmark. M.a kunnu nevnast:
Dreymur Jóansøkunátt, Oliver Twist og Skeyk.
En Eventyrrejse til Færøerne (Imagine Theater)
Richard d. 3., Terningerne er kastet (Odense Teater)
Krystalnatten (Baggaardsteateret & Turbinehallerne)
Forfølgelsen (Den danske Filmskole)
Sound of Music, Beauty and the Beast (Det Ny Teater)

Beauty and the Beast á Det Ny Teater

Leikurin er fyrsti Disney sangleikur, sum verður framførdur í Norðurlondum
Við meir enn 200.000 áskoðaður um árið er Det Ny Teater mest vitjaða leikhúsið í Danmark
Pláss er fyri gott 1000 áskoðarum
Beauty and the Beast er størsta skandinaviska leikuppseting nakrantíð og kostar 100 mill. kr.
Fleiri enn 100 leikarar eru við í leikinum.
Sangleikurin byggir á leikin hjá Disney Productions, sum hevur verið sýndur á Broadway uttan íhald síðani 1994.
Beauty and he Beast hevur verið sýndur í 14 londum kring heimin fyri fleiri enn 25 mill. áskoðarum