Tað er sunnukvøld, og vit sita í stovuni hjá Bjarna Petersen í Kollafirði og fáa okkum ein kaffimunn. Prátið snýr seg mest um fiskiskap, serliga rækjufiskiskap. Bjarni er skipari og partaeigari í rækjutrolaranum Arctic Viking, sum hevur heimstað í Kollafirði.
Í stovuni er eisini hin skiparin umborð á Arctic Viking, Niklái Petersen, ið eisini er partaeigari, og teir báðir skipararnir vilja fegnir siga okkum eitt sindur um gongdina hjá Arctic Viking og rækjuflotanum sum heild seinastu 20 árini.
Í 1986 keypti P/f Líðin í Kollafirði trolaran, Arctic Viking, til rækjufiskiskap. Fyrstu árini vóru góð hjá nýggja trolaranum í vinnuni, og tað gekk ikki long tíð, til Arctic Viking hevði fingið avtalu í lag í Kanada um at fiska í kanadiskum sjógvi.
Her vóru teir verandi til 1989, og hetta vóru góðar tíðir fyri føroyskar rækjutrolarar. Sjálvt um kanadisku økini ikki júst vóru kend fyri rækjur, so funnu føroysku rækjutrolararnir nógvar góðar leiðir í kanadiskum sjógvi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fingu knívin á barkan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Í 1989 fingu føroysku rækjutrolararnir so knívin á barkan. Teir fingu at vita frá kanadiskum myndugleikum, at antin skuldu teir í kanadiska flotan ella skuldu teir úr økinum.
Hetta vóru ring tiðindi fyri føroysku rækjutrolararnar. Tíðin í kanadiskum sjógvi hevði verið góð, men ongin teirra vildi flagga yvir til Kanada. So har var bara eitt at gera, og tað var at rýma úr økinum.
Báðir skipararnir umborð á Arctic Viking, Niklái Petersen og Bjarni Petersen, halda, at hetta kanska var ein skeiv avgerð.
- Tað gekk ótrúliga væl hjá okkum, tá vit vóru í kanadiskum øki, men tað var ikki lætt hjá okkum at skula fara úr føroyska flotanum. Vit valdu tí at fara úr økinum, men sæð í bakspeglinum var hetta kanska ein skeiv avgerð at taka. Eftir hetta hevur gingið ótrúliga væl hjá kanadisku trolarunum har á leiðini, og tí hevði kanska verið rættast at verið verandi í Kanada.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kreppan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Í hesum árunum kom kreppan eisini sníkjandi inn yvir Føroyar og føroyingar, men hetta merkti manningin á Arctic Viking og P/f Líðin lítið til.
- Vit fiskaðu á fjarleiðum, og tí merktu vit millum lítið og einki til kreppuna. Meðan illa gekk í heimasjógvi, so ávirkaði kreppan næstan ikki rækjuveiðuna Vit hildu á fram við at fiska á fjarleiðum, og gongdin hesi árini var hampulig, siga teir báðir skipararnir.
Í 1993 kemur so fyrsti veruligi niðurtúrur í rækjuvinnuni. Prísurin fellur munandi, og tíðirnar vera verri fyri føroysku rækjutrolararnar. Ilt er at siga, akkurát hvør orsøkin var, men ein av grundunum var økta útboðið av rækjum á heimsmarknaðinum, siga Niklái og Bjarni.
- Rækjukvoturnar øktust nógv í bæði Grønlandi og Kanada, samstundis sum Flemmish Cap gjørdist partur av rækjuvinnuni. Veiðan á Flemmish Cap var 40.000 50.000 tons, og saman við øktu kvotunum í bæði Grønlandi og Kanada, gjørdist útboðið á heimsmarknaðinum nógv størri enn áður. Hetta lækkaði prísin munandi, og tí gjørdist truplari hjá rækjuvinnuni at fáa alt at ganga upp.
Tað hjálpti tó upp á gongdina, at Arctic Viking legði um til tvítroling á heysti 1994. Hetta gjørdi, at teir fingu meir inn hvørja ferð, og tí gjørdust túrarnir nakað styttri, samstundis sum teir gjørdust fleiri í tali árliga.
Í 1996 gjørdist prísurin aftur betri á rækjum. Hann var ikki líka góður, sum seinast í 80unum og fyrst í 90unum, men hann vaks munandi í mun til príslækkingina í 1993. Henda gongdin helt sær í nøkur ár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Undir annað flagg
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Gongdin hjá Arctic Viking árini 1999 - 2001 var hampulig.
Men so kom 2002 við buldur og brak. Rækjuprísurin fall við miklari ferð, og rækjutrolararnir fingu trupult at klára seg. Árið var buldrasligt við sera lágum prísi. Um nakar hevði vónir um, at 2003 skuldi gerast eitt betri ár, so fóru tey skeiv. Skilið var tað sama. Prísurin helt á fram við at fella, og hetta var skilið nøkur ár fram.
Í 2003 fóru partaeigararnir í P/f Líðini at hugsa um, um tað ikki mundi vera ein møguleiki at flagga yvir til annað land. Hetta orðaskiftið bleiv havt á munni í eina tíð, og endin var, at Arctic Viking valdi at fara undir litaviskt flagg.
Hetta var eitt mál, sum fekk mikla umrøðu í miðlunum. Illa bleiv dámt í Føroyum, at Arctic Viking valdi at flagga yvir til Litava, og onkur hevði á munni, at tað kundi ikki vera rætt, at eitt føroyskt fiskiskip kundi nýta bíliga arbeiðsmegi fyri at yvirliva.
Her hava Bjarni og Niklái eian greiða meining.
- Tað er eingin loyna, at hetta bleiv gjørt, fyri at trolarin skuldi verða bíligari í drift. Um vit framhaldandi vildu varðveita trolaran, so máttu vit undir annað flagg. Prísurin var so vánaligur, at hetta var eitt neyðugt stig.
Í samfull tvey ár var Arctic Viking undir litaviskum flaggi, og í november mánað í 2005 flaggaði hann yvir aftur til Føroyar. Tíðin undir litaviskum flaggi hevði ikki verið nøkur serlig. Prísurin bleiv við at fella, og samstundis sum prísurin á rækjum fall støðugt, so hækkaði oljuprísurin støðugt. Hetta gjørdi, at skipið ikki meir enn bar seg undir litaviskum flaggi, so fólk kunnu bara hugsa sær, hvussu tað hevði verið, um vit valdu at halda fram í føroyska flotanum, siga teir báðir.
- Um vit høvdu hildið fram í føroyska flotanum, so høvdu vit uttan iva mist Arctic Viking, og tað vildu vit ikki. Tí kunnu vit siga, at vit tóku einastu røttu avgerðina, tá vit valdu at flagga yvir til Litava.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frægari útlit fyri framtíðina
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Nú hevur rækjufiskiskapur verið í einum aldudali í fleiri ár. Prísurin á rækjum hevur verið sera lágur, og prísurin á oljuni sera høgur. Hóast tað valdu eigararnir í Arctic Viking at koma aftur undir føroyskt flagg, tá avtalan hjá teimum við litavisku mynduleikarnar gekk út í november 2005.
- Vit sóu betri møguleikar við at koma aftur undir føroyskt flagg. Nú eru vóru færri rækjutrolarar í føroyska flotanum, og tí kvotan hjá hvørjum einstøkum trolara størri. Í hesum sambandi hildu vit tað vera rætt at venda nøsini heim aftur.
Nú er Arctic Viking so komin heim aftur, og teir hava sum heild betri vónir um framtíðina. Sjálvt um teir hava havt mótgongd við bæði svingandi rækjuprísi, hækkandi oljuprísi og øðrum, so eru teir einasti føroyski rækjutrolari, sum hevur verið undir sama felag øll árini.
Hetta má metast sum eitt bragd, og tað vísir eisini, at fólkið aftanfyri Arctic Viking hevur tikið rættar avgerðir í røttu løtunum.
Eftir keðiligu árini frá 2002 - 2006, so tykist tað, sum um prísurin á rækjunum aftur kvinkar rætta vegin. Harafturat lækkar oljuprísurin , so eigararnir á Arctic Viking hava betri vónir um framtiðina.
- Nú sær frægari út hjá rækjuflotanum. Prísurin á rækjum er hækkandi, og oljuprísurin lækkandi. Vónandi er hetta eitt tekin um, at gongdin hjá rækjutrolarunum fer at venda nú, siga báðir skipararnir.
Arctic Viking hevur nú havt heimstað í Kollafirði í meir enn 20 ár. Sama felag stendur enn aftan fyri rækjutrolaran, og framtíðin sær ljósari út. Nú er bert eftir at vóna, at rækjuprísurin heldur fram at hækka, soleiðis at rækjuskipum aftur verður lív lagað í Føroyum.