X Factor kappingin, sum Danmarks Radio skipar fyri, hevur verið væl umtókt í Føroyum, og hóast eingin føroyskur sangari er komin langt í kappingini hesaferð, verða tey ivaleyst mong, sum fara at fylgja kappingini í ár.
Fríggjakvøldið byrjar X Factor av álvara, tí tá verður fyrsta live-kappingin, har 9 teir seinastu luttakararnir skulu royna at syngja seg víðari. Ein sangari verður sendur heim í kvøld.
Tríggir luttakarar eru í hvørjum bólki – tey ungu, tey eldru og bólkarnir – og dómararnir Thomas Blachman, Mette Lindberg og Remee hava sum vant eisini ein týðandi leiklut í kappingini.