Í Noregi verður hildið, at millum 900 og 1.000 norðmenn hava tikið við muslimskari trúgv, og at umleið 800 teirra búgva í Oslo. Ein talskvinna hjá muslimska samfelagnum í býnum sigur við Aftenposten, at tað eru yvirhøvur ungar, norskar kvinnur, sum taka við muslimsku trúnni, og at fleiri teirra velja at giftast muslimskum monnum. Ein spurnarkanning hjá blaðnum vísir, at tað er ikki bara tann muslimska trúgvin, sum dregur. Umleið 50 norðmenn fara frá norsku fólkakirkjuni til ta katólsku trúnna árliga. Nakrir fáir velja jødadómin, og uppaftur onnur fara til sikhismuna, skrivar blaðið. Ein talsmaður hjá sikhiska samfelagnum í Noregi sigur við blaðið, at fleiri velja sikhismuna, tá tey giftast einum sikha, sjálvt um tað ikki er eitt krav, at bæði skulu hava somu trúgv.
LesarabrøvLesarabrøv