Timburið, sum føroyingar í dag flyta inn, kemur í stóran mun úr Russlandi. Men kortini keypa vit tað umvegis Ísland.
Hetta heldur Árni Dam á Skipafelagnum, sum í mong ár hevur handlað nógv við russar, vera púra burturvið.
Árni Dam vísir á, at føroyingar, nú fríhandilsavtalan verður undirskrivað, fáa møguleikan at handla beinleiðis við russisku útflytararnar. Vit sleppa undan stórum pappírsveldi og umvegis handlum. Og tískil kunnu vit fáa fatur á til dømis byggitilfari fyri lítið og lætt, uttan at gjalda annað enn fisk afturfyri.
Roynt tað áður
? Í fimtiárunum gjørdu føroyingar fyrstu handilsavtaluna við Rusland. Hetta var ein sáttmáli um býtishandil, og kom hann væl við hjá okkum, sigur Árni Dam.
Hendan handilsavtalan innibar, at føroyingar útfluttu hópin av sild til Russlands og fingu tóvverk afturfyri.
Somuleiðis heldur Árni Dam, at vit í dag kunnu samstarva við býtishandli, soleiðis at vit aftur fyri svartkjaftin og annan fisk, vit selja russum, kunnu fáa timbur, takplátur og annað byggitilfar.
Hetta byggitilfar er ógvuliga bíligt orsakað av lágu lønunum í Russlandi. Tí kunnu vit fáa stórar nøgdir av slíkum tilfari til Føroya fyri lítið og lætt.
Tískil eru bæði Árni Dam og búskaparfrøðingurin, Jonhard Eliasen, samdir um, at fríhaldilsavtalan kann gera tað munandi bíligari fyri Føroyingar at byggja hús, treytað av, at timburhandlarnir fara at lækka prísirnar samsvarandi innkeypsprísunum.
Lættir munandi um
Árni Dam handlar dagliga við russar fyri Skipafelagið Føroyar, men hann vísir á, at tað í løtuni er ógvuliga tungt at handla við Russland, tí hesin handil krevur so nógv pappírsveldi og umsiting.
Hesum roknar Árni Dam kortini at sleppa undan, nú vit fáa fríhandilsavtalu.
? Fríhandilsavtalan fer at gera, at vit sleppa undan at søkja konsulát og onnur um loyvi, hvørja ferð vit skulu gera ein handil við russar. Nú fer tað at verða skótt at avgreiða ein handil, og hetta fer eisini at merkja størri vinning, sigur Árni Dam.
Árni Dam vísir á, at hetta fer at verða galdandi fyri allar fyritøkur, ið handla við russar. Tískil roknar hann við, at fríhandilsavtalan kemur at hava stóran týdning fyri føroyska búskapin.