Fróði Hansen hevur lagt eitt nýtt lag á MySpace-síðu sína. Hetta hevur hann tikið upp saman við bólki sínum í tiltiknum studio á Det Kongelige Konservatorium, har millum annað Johnny Cash og Miles Davis hava spælt.
Nýggja lagið hjá Fróða kallast »Tíð lekir øll sár«. Hóast fleiri helst seta Fróða í samband við enskar tekstir, so hevur hann tó gjørt eitt føroyskt lag fyrr, sum hann hevði liggjandi á MySpace-síðu síni fyri nøkrum árum síðani.
Harumframt gjørdi hann eisini lagið til sangin »Mánamorgun«, sum hann eisini sang saman við Tannbustband.
Nú er tað so við egnum bólki, at vit aftur uppliva Fróða á føroyskum. »Tíð lekir øll sár« er tó langt frá tað einasta, vit koma at hoyra frá Fróða í næstum, tí í summar gevur hann út eina EP við seks løgum.
Eins og við fyrstu fløguni er tað Óli Poulsen, sum miksar og Bárður Dal Christiansen, ið ger húsan. Annars eru allir tónleikararnir nýggir og umframt Fróða Hansen, sum syngur, spælir gittar og trummur, so telur bólkurin Sveinur Dam á elektriskum gittara, Jan Jensen á bass, Mattias Kapnas á keys og Rúna Mouritsen á trummum.