Fróði & The Pink Slips aftur á pall

Í annaðkvøld fer bólkurin Fróði & The Pink Slips aftur á pall í danska høvuðsstaðnum. Talan er um fyrstu konsertina hjá bólkinum, síðani teir høvdu útgávukonsert á stóra spælistaðnum Rust í Keypmannahavn miðskeiðis í septembermánaði.

 

Fríggjakvøldið spæla Fróði & The Pink Slips á Beta á Amager, ið er at rokna sum lítlibeiggin hjá stóra spælistaðnum Amager Bio. Beta, ið ofta verður sammett við spælistøð sum Pumpehuset, Loppen og Stengade 30, rúmar hundrað fólk er partur av bygninginum hjá Amager Bio á Øresundsvej.

 

Dyrnar á Beta lata upp klokkan 21.00 í annaðkvøld og eina løtu seinni ? ein hálvan ella heilan tíma ? fara Fróði & The Pink Slips á pall. Aftaná spæla donsku Volvoe.